Strategi fyri viðgerð uttanlands

Strategi fyri Sjúkrahúsverk Føroya viðvíkjandi viðgerð uttanlands 2014-2017

 

Endamál
At viðgerð uttanlands virkar við støði í einum virkisgrundarlagi, ið skal geva eitt felags støði fyri leiðslu, rakstur og menning av økinum.

Høvuðsuppgáva
1. Vit tryggja og veita sjúklingunum eina góða og samanhangandi heilsutænastu á høgum fakligum støði úti eins og heima.


Visjón/Framtíðarmynd
1. Sjúklingurin er í miðdeplinum og er málið tvørturum landamørk at veita skjóta, góða og samanhangandi sjúklingagongd (sjúkugreining/viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning) í samstarv við sjúklingin og tey ið varða av.
Samvirki og samstarv við sjúklingar er sjálvsagdur lutur.


2. At samfelagið fær ágóða av okkara virksemi skal eyðkenna serviðgerð uttanlands og ynskir Sjúkrahúsverk Føroya at vera ein tænastuveitari, sum allir borgarar skulu kenna seg tryggan við at brúka og nýta.


3. Virksemið tekur støði í viðurkendum heilsufak- og búskaparligum tilráðingum og meginreglum.

 

Strategimál fram til 2017


1. Dygdin í sjúklingagongdini skal optimerast og tryggjast
Innan serviðgerð uttanlands og í skiftinum millum viðgerð heima og úti skal trygd og dygd í sjúklingagongdum verða stevnumið bæði fakliga, fyrisitingarliga, eins og upplivda trygdin og dygdin hjá sjúklinginum. Sjúklingurin skal kenna seg at vera í miðdeplinum og kenna seg tryggan. Samstarvið við stovnar uttanlands skal áhaldandi mennast við atliti til optimering og trygd og dygd.

 

2. Samskifti skal vera eitt virkið amboð
Tilvitað og professionelt samskiftið skal tryggja høgt kunningarstøði. Samskifti við sjúklingin og tey ið varða av, er týðandi partur av einari góðari sjúklingagongd uttanlands. Gott samskiftið skal stuðla undir innanhýsis samskifti millum Sjúkrahúsverk Føroya og viðgerðarstovnin og millum Sjúkrahúsverk Føroya og sjúklingin/avvarðandi. Gott samskifti við sjúkling og avvarðandi tryggjar Sjúkrahúsverki Føroya eitt gott umdømi í samfelagnum sum heild. Sjúklingar, avvarðandi, almenningurin, fjølmiðlar og politikkarar skulu fáa gagn av at serviðgerð uttanlands hevur eitt høgt kunningarstøði. Fokus verður sett á at miðla vitan ígjøgnum skrivligt tilfar, faldarar og elektroniskar miðlar. Viðgerð uttanlands eins og heima skal kennast sum ein heild.

 

3. KT skal stuðla øllum arbeiði
Eins og fyri virksemi í sjúkrahúsverkinum í Føroyum, skal KT vera neyðugt grundarlag/amboð í heilsufakliga og umsitingarliga samskiftinum við viðgerðarstøð uttanlands. Allar viðkomandi dátur skulu verða skrásettar í THS og í viðkomandi leiðslukunningarskipanum. Somuleiðis skulu allar mannagongdir innan serviðgerð gerast teldutøkar í PLI-skipanini. Sjúkrahúsverk Føroya miðjar ímóti, at virksemið innan serviðgerð uttanlands skal vera talgilt og pappírleyst innan øll viðkomandi virkisøki innan 2017. Á heimasíðu og umvegis eina app og mínboks skal verða møguligt hjá borgarum/sjúklingum/avvarðandi at fáa stundisligt innlit í virksemið innanfyri serviðgerð uttanlands, samstundis sum persóns- og trúnaðarupplýsingar verða vardir.

 

4. Alt tilfeingið skal brúkast munagott
Dentur verður lagdur á at hava støði í hugsunarháttum innanfyri framleidni og virkisføri umframt trygd og dygd sum stevnu. Virksemið innan serviðgerð uttanlands skal ætlandi skoðast og viðurkennast av IKAS á heystið 2016.


Hesi ítøkiligu 4 strategimálini verða so til og við 2017 útint m.a. við fylgjandi ítøkiligu verkevnum/átøkum:

 

Ráðleggingarnevndin – stýring, eftirlit, metingar vm.
Ráðleggingarnevndin og depilsleiðslurnar (við tøttum tilknýti við avvarðandi sergreinar og yvirlæknar, umframt leiðslurnar á SSH og KS, er meginásurin í stýringini av kontoini saman við Uttanlandstænastuni.
Ráðleggingarnevndin møtist umleið 8 ferðir árliga og stýrir skipanini sambært galdandi leiðreglu í tøttum samstarvi við depilsleiðslurnar.


Fíggjarstýring og forsagnir við atliti til skynsama nýtslu av tilfeinginum
Uttanlandstænastan ger mánaðarliga forsøgn, ið verður latið til Ráðleggingarnevndina at gera yvirornaða meting út frá. Metingin hjá Ráðleggingarnevndini verður gjørd í samráð innan Sjúkrahúverk Føroya.
Sum nýtt átak fyri at styrkja fíggjarstýringina og framrokning og liður í mánaðarligu metingini hjá Ráðleggingarnevndini, verður ment ein skipan knýtt at kautiónsdatagrunninum, har sett verður av fyri allar viðgerðir, sum verða mettar at kosta yvir 500 tkr. roknað pr. fíggjarár. 
Yvirlæknar, ið virka innan økið í Sjúkrahúsverki Føroya fráboða Uttanlandstænastunu, hvat viðvíkur viðgerðum, sum væntandi koma yvir nevnda mark. So hvørt viðgerðirnar blíva lidnar, verða gjørdar afturføringar ella endaligar bókingar av viðgerðartilgongdini. Arbeitt verður samstundis við at menna líknandi automatiskan hentleika í Kautiónsdatabasanum, ið stuðla undir virksemi og røttum metingum.


Brúk av vegleiðingum og øðrum heilsufak- og búskaparligum tilráðingum og meginreglum hjá heilsumyndugleikum
Hvat viðvíkur framtíðar nýggjum viðgerðum og í ávísan mun núverandi viðgerðum, vilja yvirlæknar í Sjúkrahúsverki Føroya og Ráðleggingarnevndin vm. taka útgangsstøði í heilsufak- og búskaparligum tilráðingum og metingum hjá norðurlendskum heilsumyndugleikum.

 

Etikkur og heilsubúskaparlig raðfesting
Í samband við virksemið hjá Ráðleggingarnevndini, verða raðfestingar m.a. at gera við støði í vegleiðing hjá Etiska ráðnum í Danmark viðvíkjandi etikki og raðfesting í heilsuverkinum.


Stundislig fráboðan viðv. nýggjum viðgerðum vm.
Yyvirlæknar í Sjúkrahúsverkinum verða eyggjaðir til at geva stundisliga kunning til Uttanlandstænastuna/Ráðleggingarnevndina við atliti til nýggjar viðgerðir og tilbúningar, ið fara at koma á marknaðinum, sum antin eru serliga dýrar ella serliga krevjandi vegna samskipan og annað. Umframt tá roknað verður við týðandi vøkstri í tali av sjúklingum innan ávísa viðgerð.

 

Fyrsta vals viðgerðarstað
Aðalreglan er, at sama viðgerð skal sum útgangsstøði ikki kunna sendast til fleiri støð uttanlands. Ráðleggingarnevndin, Uttanlandstænastan, KS og SSH og avvarðandi yvirlæknar arbeiða miðvíst við at savna somu viðgerð til færri støð, har sum tað ber til at fáa samanlagt fyrimunarligu viðgerðina. Ávísingarrætturin hjá yvirlæknum verður tillagaður hesa meginreglu, har áseting er um fyrstavals viðgerðarstøð. Sum grundarlag undir støðutakan kann m.a. nýtast metingarfrymil, ið fevnir um eina longri røð av viðkomandi tættum til støðutakanina. Í stigum yvir komandi 3 árini verður farið ígjøgnum øll týðandi virkisøki við atliti til at innganga avtalur av fyrstavals viðgerðarstøð í Danmark, Íslandi og í onkrum førum Noregi ella Svøríki.

 

Visitatorskipan innan viðgerð uttanlands
Innan útvaldar sergreinar/øki kunnu av Ráðleggingarnevndini verða tilnevndir yvirlæknar, sum verða visitatorar fyri ávísing til serviðgerð uttanlands. Hetta við atliti til at tryggja eins visitering og høga trygd og dygd og skynsama heilsubúskaparliga nýtslu av tilfeinginum.

 

Endursamráðing av samstarvsavtalum – kliniskar og tænastur
Ráðleggingarnevndin og Samráðingartoymið ráðleggja hálvárliga samráðingarætlan, har týðandi samstarvsavtalur verða forhandlaðar umleið hvørji 2-3 ár. Fyri tænastuveitarar t.d. flutning, trygging o.l. verður tað vanliga gjørt 1-2 ár. Innkeypsportalurin skal nýtast sbrt. galdandi reglum.

 

Fokus á effektiva sjúklingagongd
Avvarðandi yvirlæknar, Uttanlandstænastan vm. seta áhaldandi fokus á effektivar sjúklingagongdir uttanlands og eiga leypandi at gera rímilig átøk fyri, at so stórur partur av sjúklingagongdini, sum gjørligt, er heima í Føroyum og við trygd og dygd sum stevnu. Sett verða árlig mál fyri hvørjar sjúklagongdir serliga skulu takast upp.

 

Eftirmeting
Innan økið verður gjørd reglulig eftirmeting, bæði í regi hjá Uttanlandstænastuni, Ráðleggingarnevndini, á depilsstigi, á stjórnarstigi, í Sjúkrahúsverki Føroya og minst árligur fundur við yvirlæknarnar, har framløgd verða hagtøl, eftirmeting, strategisk mál v.m. Árlit heildareftirmeting verður gjørd saman við Heilsumálaráðnum og framløga fyri landsstýrismanninum við atliti til at seta út yvirordnaði stevnumið.

 

Talgilding
Uttanlandstænastan, THS-kjarnin og KT-deildin á Landssjúkrahúsinum hava samskifti við Region Hovedstaden v.fl. við atliti til at hava elektronisk dataumskifti við Region Hovedstaden. Í fyrstu atløgu í 2015/16 til at fáa elektronisk ’sundhedsmeddelelser’, herundir epikrisir til Føroyar frá donsku skipanini, í øðrum lagi at ávísingar í framtíðini kunnu gerast elektroniskt frá Føroyum av frá 2016/17.

 

Hagtøl
Miðað verður ímóti, í samstarvi við THS-kjarnan, at kunna geva ábyrgdarhavandi á viðkomandi stigum, góð hagtøl framyvir

Úti- og heimavirksemi
Kliniskar leiðslur í Sjúkrahúsverkinum, Ráðleggingarnevndin, Yvirlæknar v.fl. eiga leypandi at meta, um grundarlag er fyri umskiftið millum úti- og heimavirksemi sbrt. nærri ásettum meginreglum, ið tryggja nøktandi gjøgnumskygni og menning.

 

Fylgjarar
Sjúkrahúsverk Føroya setir sær fyri at brúka og eggja avvarðandi til at verða virkin í at stuðla og hjálpa sjúklingum. Leypandi eftirmeting og hagtøl innganga í viðgerðina av fylgjarabrøkinum innan ymisk viðgerðarøki.

 

Roknskaparhald
Serviðgerðin er partur av LS roknskaparreglugerð. Núverandi kautiónsdátugrunnur verður fluttur í annan dátugrunn og má støða takast til, hvør skipan og hvør menning er neyðug at gera í 2014/15, herundir við atliti til møguliga at kunna importera elektronisk rokningadata frá donskum sjúkrahúsum. Hartil í mun til at stuðla undir betri forsagnir innan økið m.a. í mun til handfaring av avsetingum fyri dýrar sjúklingaviðgerðir.

 

Kunningartilfar og netið
Miðjað verður ímóti at gera alla kunning talgilda og at fáa gjørt eina app til hóskandi pallar tøkar fyri sjúklingum og avvarðandi. Gjørd verða videoklipp um ávís evni, umframt app.

 

Sjúklingahotellið Tórshavn
Sjúklingahotellið skal hava ein virknan lut í at tryggja eina samanhangandi sjúklingagongd og skal virka sum ein samrunnin partur av sjúkrahúsverkinum heima og sjúklingavegleiðingini á Ríkissjúkrahúsinum og øðrum sjúkrahúsum í høvuðsstaðarøkinum. Sjúklingahotellið mennir víðari skipanina við sjálvbodnum sjúklingastuðlum.

 

Visitatiónsnevndin
Hevur sum uppgávu at viðgera ítøkilig visitatiónsmál viðv. viðgerðarstøðum, har ongin avtala er við. Umframt at gera leiðreglur innan útvald øki.

 

Serflutningur við serflogfari
Ráðleggingarnevndin fær sett í gildi instruks viðv. besta og bíligasta flutningshátti fyri flutning við serflogfari.

 

Raðfesting og stýring
Ráðleggingarnevndin gevur umleið 8 ferðir um árið kunning til HMR til fíggjarstøðuna og ger møguliga tilráðing um tilsøgn til týðandi átøk, fyri at tálma nýtsluni.


Fylgjandi meginamboð eru innan stýringina av kontuni:


1. Umraðfesting í nærri tilskilað tíðarskeið har einans sjúklingar við bráðfeingis tørvi á viðgerð v.m. kunnu ávísast til viðgerð uttanlands t.e. akuttir og subakuttir sjúklingar. Skal góðkennast av landsstýrismanninum.


2. Leypandi útseting ella afturhald av viðgerðum innan nærri tilskilaðar viðgerðir ella sjúklingabólkar. Kunning verður latin landsstýrismanninum.


3. Negativlisti viðv. viðgerðum, ið ikki kunnu fremjast uttan serligt loyvi, verður gjørdur av Ráðleggingarnevndini og tekur m.a. støði í heilsubúskaparligum tilráðingum. Skal góðkennast av landsstýrismanninum.

 

Tilvísing
DDKM standardur 1.1.1 - 1. útgáva FO

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.