Lymfødem sjúklingar fáa viðgerð á Landssjúkrahúsinum.

15. AUGUST 2017

Í Degi&viku fríggjakvøldið 11. august varð borið fram, at ongin viðgerð fæst á Landssjúkrahúsinum til sjúklingar við lymfødem.

Tað er ikki rætt.   

Á Landssjúkrahúsinum starvast fysioterapeutar við  serútbúgving innan økið, sum taka sær av lymfødemsjúklingum.

Kommunulæknar ávísa til viðgerð á sjúkrahúsinum, og nýggir sjúklingar sleppa framat beinanvegin. Sjúklingar sum eru í skipanini fáa viðgerð eftir tørvi.

Lymfødem er ein varandi sjúka, sum ofta kann vísa seg aftaná skurðviðgerð ella stráluviðgerð hjá krabbameinssjúklingum, vanliga við at armur ella bein hovnar.

Viðgerðin er nýtsla av stuðulsssokkum ella forbinding, og í ávísum førum fysioterapeutisk viðgerð.
Sjúklingar nýta stuðulssokkar dagliga, og er tað einans, um støðan versnar, at neyðugt er við fysioterapeutiskari viðgerð. Teir sjúklingar sum eru í skipanini, og meta at støðan er broytt, seta seg sjálvir í samband við sjúkrahúsið.

Tað eru starvsfólkini við serútbúgving á fysioterapideildini, sum meta um, hvørt fysioterapeutisk viðgerð er neyðug.

Útyvir viðgerð á Landssjúkrahúsinum, ber eisini til at fáa lymfødemviðgerð á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.