Departments
International Service
Services for international patients living outside the Faroe Islands such as tourists, sailors and others

Kliniskur útbúgvingarsamskipari fyri tey trý sjúkrahúsini settur

25. JANUAR 2017

Gunnvá Guttesen er sett í starv sum kliniskur útbúgvingarsamskipari til sjúkrarøktarfrøðilesandi í sjúkrahúsverkinum.

 Talan er um eitt nýtt starv, har útbúgvingarsamskiparin hevur ábyrgd av, at kliniska útbúgvingin verður røkt miðvíst, námsfrøðiliga og sjúkrarøktarfakliga tilvitað innan ásetingar í námsskipanini. Eisini skal samskiparin tryggja, at hvør einstøk útbúgvingargongd lýkur dygdarkrøvini í heilsuverkinum, umframt áhaldandi at menna námsfrøðiliga umhvørvið á sjúkrahúsinum.

Samskiparin verður staðsettur í starvsfólkadeildini á Landssjúkrahúsinum og vísir til starvsfólkaleiðaran á Landssjúkrahúsinum og til varastjóran á Klaksvíkar Sjúkrahús og til fyristøðukvinnuna á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Samskiparin virkar í tøttum samstarvi við kliniska útbúgvingarleiðaran á sjúkrarøktarfrøðideildini, lestrarvegleiðaran, sjúkrahús- depils- og deildarleiðslur og onnur, sum varða av sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingini.

Gunnvá Guttesen er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur drúgvar royndir við kliniskum arbeiðið, eitt nú frá barnadeildini á LS og uttanlands.
Frá 2008 til 2014 arbeiddi Gunnvá burturav við verkseting av THS.
Í 2013 tók Gunnvá við sum verkætlanarleiðari fyri Trygd og Dygd verksetingina og hevur hon seinasta árið arbeitt lutvíst bæðið við THS og Trygd og Dygd.
Umframt útbúgvingina sum sjúkrarøktarfrøðingur hevur Gunnvá eisini nomið sær master útbúgving innan Heilsukunning á Aalborg Universiteti. Harafturat hevur Gunnvá royndir, sum vara- og deildarleiðari frá Ríkissjúkrahúsinum og Landssjúkrahúsinum.

Hon byrjar í nýggja starvinum, sum kliniskur útbúgvingarsamskipari 1. apríl 2017.

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.