Álendingar fáa íblástur úr Føroyum

12. DESEMBER 2017

Landssjúkrahúsið hevur í dag vitjan frá sjúkrahúsinum í Mariehamn, Álandi.
Endamálið við vitjanini er, at fáa vitan um, hvussu føroyska heilsuverkið setti í verk talgildu heilsuskipanina í 2007. Tað er tann skipanin sum verður brúkt til sjúklingajournal.

Føroyar er serstakt á tann hátt, at vit brúka somu skipan bæði í kommunulæknaskipanini og í sjúkrahúsverkinum í mun til onnur lond, sum ofta hava ymsar skipanir.

Tey luttakandi á ferðini til Føroya eru 8 í tali, harímillum ábyrgdarhavandi fyri journalskipanini á sjúkrahúsinum í Mariehamn, ein kommunulækni sum áður hevur verið stjóri á sjúkrahúsinum, leiðandi sjúkrarøktarfrøðingur, fíggjarstjóri umframt onnur.  

Á Landssjúkrahúsinum fáa tey í dag greitt frá, hvussu verksetanin av talgildu heilsuskipanini fór fram og hvørjar avbjóðingarnar vóru, og tey fara at vitja á eini seingjardeild og í bráðmóttøkuni, fyri at síggja hvussu skipanin verður nýtt. Somuleiðis fáa tey víst, hvussu kommunulæknar brúka skipanina í praksis. Seinnapartin fáa tey innlit í teknisku viðurskiftini og trygd í samband við varðveitan av sjúklingaupplýsingum.

Tað búgva uml. 30.000 fólk í Álandi, og orsøkin til vitjanina frá sjúkrahúsinum í Mariehamn er helst, at til ber at samanbera sjúklingatalið við okkara í Føroyum.

Gestirnir úr Álandi steðga í Føroyum í 2 dagar.

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.