Uppliva nýbygningin hjá Landssjúkrahúsinum í 3D

1. JUNI 2016

Longu nú ber til at uppliva nýggja bygningin hjá Landssjúkrahúsinum, sum skal standa klárur til nýtslu í 2019. 
Mentanarnáttina 3. juni fáa vitjandi høvi at royna serligar brillur í forhøllini har framvísing av bygninginum er.
Við brillunum fær ein kensluna av, at vera inni í bygninginum, og kann hyggja í allar ættir hvussu kemur at síggja út.

Møguleikin at síggja bygningin í 3D er partur av tiltakinum á Mentanarnáttini, har Landssjúkrahúsið opnar dyrnar til støð borgarar vanliga ikki hava atgongd til.

Tveir túrar verða, sum byrja við reyðu bygningarnar á Eirargarði, - annar kl. 18.30 og hin kl. 19.00. Skráin sæst aðrastaðnis her á síðuni.

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.