Undirvísing í persónleikaólag fyri avvarðandi

21. MARS 2016

Undirvísing í KÓP - kensluliga óstøðugt persónleikaólag verður á Landssjúkrahúsinum frá 5. apríl.

Ert tú í familju við ella kennir onkran væl, sum hevur trupulleikar við kenslum, sum millum annað kann koma til sjóndar á henda hátt:

  • ógvuslig hýrissveiggj
  • sjálvskaðandi ella sjálvmorðshóttandi atferð
  • at viðkomandi isolerar seg
  • kemur lætt út í ósemjur
  • svart/hvítan hugsunarhátt

og ynskir at fáa undirvísing um trupulleikan, umframt at nema tær nakrar førleikar til at handfara støðurnar, sum uppstanda, so er hetta skeiðið møguliga nakað fyri teg.

Undirvíst verður hesar dagar á deildini P 20, Eirargarður 15:

Dagur 1

Týsdag   5. apríl

Kl. 17.00-19.30     P 20

Dagur 2

Týsdag 12. apríl

Kl. 17.00-19.30     P 20

Dagur 3

Týsdag 19. apríl

Kl. 17.00-19.30     P 20

Dagur 4

Týsdag 26. apríl

Kl. 17.00-19.30     P 20

Dagur 5

Týsdag  3. mai

Kl. 17.00-19.30     P 20

Dagur 6

Týsdag 10. mai

Kl. 17.00-19.30     P 20

Tilmelding fer fram hjá umboðum fyri avvarðandi á Psykiatriska deplinum Maria Andreasen Hentze, tel. 30 45 00 lokal 4422 ella fartel. 23 45 61- T-postur: lsmarhe@ls.fo

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.