Umboð frá LS á altjóða ráðstevnu um Fysioterapi í psykiatri og sálarligari heilsu

8. MARS 2016

Landssjúkrahúsið verður umboðað á 6. altjóða ráðstevnuni um Fysioterapi í psykiatri og sálarligari heilsu, sum verður í Madrid 9.-11. mars 2016.

Fysioterapeutarnir Lív Egholm og Jórun Simonsen, ið arbeiða á Psykiatriska deplinum, hava á ráðstevnuni eitt uppslag og skulu kunna um, hvussu tær hava implementerað fysioterapeutiska viðgerðarháttin Basic Body Awareness Therapy (BBAT) í Føroyum

Basic Body Awareness Therapy (BBAT) er ein viðgerðarháttur, ið er samansettur av einføldum gerandisrørslum í róligum tempo, ið gevur møguleika at gerast tilvitaður um kroppin og hvussu hann virkar.

BBAT-viðgerðarhátturin økir um rørslukvalitetin og er grundaður á Movement Quality Model (MQM), ið hevur fýra dimensiónir:

  1. Biomekanisk
  2. Fysiologisk
  3. Psyko-socio-kulturelt
  4. Eksistensielt

BBAT-viðgerðin er vend ímóti likamligu sjálvskensluni og setur gongd í kropsligu ressursurnar. Likamliga sjálvskenslan rúmar tilvitaðar/ótilvitaðar og verbalar/nonverbalar partar.

Likamliga sjálvskenslan er partur av samleikafatanini hjá menniskjanum. Hon rúmar ta uppliving og ta fatan, persónurin hevur um seg sjálvan, og hvat hansara kroppur megnar.

Við BBAT-rørslunum økist og styrkist:

  • Kropsliga javnvágin
  • Fríi andadrátturin
  • Nærveran í gerandisdegnum

BBAT er kannað og hevur víst góð árin á nógvar ymiskar diagnosir, bæði psykiatriskar og somatiskar, eitt nú stress, ótta, depressión, órógvaða maga-tarm sjúkueyðkenni, bipolar, etingarólag, persónleikaólag, psykosomatisk sjúkueyðkenni og schizofreni.

Sí postara her.

 

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.