Skeið í Prolonged Exposure- Evidensgrundað viðgerð fyri PTSD

8. NOVEMBER 2016

Psykiatriski depilin á Landssjúkrahúsinum bjóðar skeið í Prolonged Exposure (PE) sum er ein manualiserað kognitiv atferðarterapi, ætlað sum traumaviðgerð fyri fólk við PTSD (Posttraumatic Stress Disorder). 
Les meira um evnið her.

Hetta kunnu vera fólk, sum hava verið útsett fyri millum annað incest, neyðtøku, harðskapi, yvirgangi og krígstrauma.

Á skeiðnum læra luttakararnir, hvussu man effektivt kann viðgera PTSD við 10-15 sessiónum.

Undirvísari er sálarfrøðingur Casper Aaen við royndum frá psykiatriini í Danmark. Hann hevur skrivað bókina "Kom over dit livs traume" (Psykiatrifonden 2014) umframt "Lev med dine følelser" (Psykiatrifonden 2011).
Hann hevur  kliniskar royndir við viðgerðini og hevur hildið ein hóp av workshoppum við Prof. Edna Foa, som er stovnarin av PE. 

Viðgerðin verður millum annað nýtt í tí amerikanska forsvarinum, á kreppumiðstøðum, á psykiatriskum deildum í Svøríki, Norra og Danmark.

Málbólkur
Skeiðið er ætlað teimum, sum arbeiða við ella í sínum arbeiði eru í samband við fólk við áðurnevndu trupulleikum.

Hvar
Veitsluhøllin á Landsjúkrahúsinum.

Nær
Mikud. 4., hósd. 5., týsd. 10. og mikud. 11. januar 2017, kl. 8.30 -15.30.

Forkunnleiki
Viðmælt verður at lesa manualin "Prolonged Exposure Therapy for PTSD" hjá Edna B. Foa, sum eisini er støðið í undirvísingini. Bókin kann útvegast ígjøgnum H. N.  Jacobsens bókahandil.

Kostnaður
4900 kr. íroknað skeiðstilfar, morgunmatur og seinnapartskaffi.
Møguleiki er at keypa døgurða á LS. Givið verður bólkaavsláttur, um 3 ella fleiri melda seg frá sama arbeiðsplássi.

Skeiðsprógv
Verður handað, tá skeiðið endar.

Tilmelding
Í seinasta lagi 5. desember hjá Elisabeth Guttesen, samskipara í DAT toyminum á Psykiatriska deplinum, á teldupostadr. lseligu@ls.fo.

Nærri upplýsing
Elisabeth Guttesen lseligu@ls.fo, tlf. 506406 og Rannvá Sloan Jørgensen lsransjo@ls.fo, tlf. 226764.

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.