Departments
International Service
Services for international patients living outside the Faroe Islands such as tourists, sailors and others

Setanarrøða: Vit skulu sjónliggera - ikki sjúkliggera

19. APRÍL 2016

Samstarv uppá tvørs er lykilin fyri at tryggja, at børn, ung og vaksin við ADHD fáa júst ta hjálp, ið tann einstaki við sínari lívfrøði, úr sínum umhvørvi, við sínari lívssøgu hevur tørv á. Og ikki minst til røttu tíð.

Hósdagin skipaði Psykiatriski depilin fyri ráðstevnu um ADHD. Landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum setti stevnuna. Røðan sæst niðanfyri.

Setanarrøða í samband við ADHD-ráðstevnu á Hotel Føroyum, ið Psykiatriski depilin á Landssjúkrahúsinum skipaði fyri.

Góðanmorgun øll somul,

Hugaligt at síggja so nógv góð fólk eru komin saman her í morgun at gerast klókari uppá hetta áhugaverda, týðandi og viðhvørt umstrídda evnið - ADHD. Og takk til tykkum fyrireikaðar, sum hava boðið mær at siga nøkur orð í sambandi við ráðstevnuna.

Og til vores danske gæster. Hjertelig velkommen til vores smukke øer. Vi er mange som glæder os til at høre Jeres indspil til diskussionen om hvordan vi skal forstå ADHD og ikke mindst hvordan vi kan hjælpe dem, som lever med ADHD, så de også får et godt liv og kan deltage i samfundet på lige fod med os andre, trods af deres udfordringer.

ADHD kann til tíðir vera eitt umstrítt evni, segði eg í innganginum. Kjakið tykist polariserað og ofta hava serliga hava fjølmiðlar, men eisini mong onnur, havt hug at ala fram eina neiliga mynd av evninum. Fokus hevur seinnu árini verið á, at talið av børnum, sum fáa diagnosuna er vaksið almikið, og at sølan av heilivági sum Ritalin er fleirfaldað uppá stutta tíð.

Lítið hevur verið at hoyrt um trupulleikarnar børnini, foreldrini, ella tey vaksnu menniskjuni við ADHD upplivað í sínum gerandisdegi. Og tað, haldi eg, er áhugavert .

Fyri vanlig fólk, er tað kanska ilt at skilja, at so nógv børn so brádliga hava fingið tørv á heilivági fyri at klára gerandisdagin. Í fyrstu atløgu hugsa vit: Hví er tað so? Soleiðis var tað ikki tá eg var barn.

Hetta er automat-reaktiónin hjá okkum. Og tað er menniskjaligt at bera seg soleiðis at, tá ið vit eru ókunnug við kompleksitetin av einum máli. Stutt sagt, tá ið vit ikki vita, so eru vit í fyrstu atløgu skeptisk og atfinningarsom. Men spurningurin er um alt altíð var so ræðuliga nógv betri fyrr ?

Og tí er júst hendan ráðstevnan eisini so týðandi. Tað er bert við slíkum tiltøkum at vit fáa varpað ljós á hesar týðandi spurningar. Tað er soleiðis at fakfólk og almenningurin í heila tikið fær vitan um og kemur at skilja samansettu avbjóðingina. Haldi meg telja 16 ella 17 framløgur og eisini tað lýsir hvussu samansettur spurningurin er.

ADHD er ein álvarsom avbjóðing fyri hin einstaka, men eisini fyri samfelagið alt. Rockwool grunnurin Í Danmark fíggjaði í 2014 eina granskingarverkætlan um hvørjar avleiðingar, tað hevði fyri hin einstaka og samfelagið, at tú ikki hevur fingið neyðuga viðgerð og hjálp fyri ADHD, meðan tú vaks upp.

Tað vóru ikki hissini niðurstøður. Samanumtikið byrjar tú langt aftanfyri startlinjuna, um tú hevur hesa avbjóðing. Veksur tú upp, uttan at fáa neyðuga hjálp er sannlíkindi fyri, at tú er arbeiðsleysur markant størri. Og sjálvt í góðum tíðum tykist tað torførari hjá tær, at halda fast við títt arbeiði.

Tað merkir eisini at í miðal fáa hesi munandi lægri løn enn onnur.

Ert tú vaksin upp við ADHD, uttan at fáa viðgerð, er nógv størri sannlíkindi fyri, at tú hevur framt brot ella hevur verið fyri brotsverki ella at tú á annan hátt er komin illa fyri vegna tín íborna impulsivitet. Aftrat hesum vísir granskingin at tú hevur truplari at fáa parlagið at rigga í longri tíðarbil.

Samanumtikið. Tey koma sær oftari út í óføri.

Samfelagsliga er tað eisini kostnaðarmikið, at samfelagið ikki gav røttu og nøktandi hjálp í uppvøkstrinum. Nógv fleiri fáa sjúkradagpengar, pening úr arbeiðsloysiskassa ella eru fyritíðarpensjónistar og av tí, at hesi menniskju í miðal hava 4.000 krónur minni at liva fyri um mánaðin, so rinda tey eisini lutfalsliga minni í skatti til samfelagið.

Hesa síðuna – hendan vinkulin um hvussu syndarligt støðan er, um vit ikki veita hesum menniskjum hjálp til rætta tíð - hoyra vit ongantíð. Í øllum førum alt ov sjáldan.

Hendan vitan er ræðandi, og skal fáa okkum at taka trupulleikarnar í nógv størri álvara. Men hinvegin so mugu vit alla tíðina hugsa inn, at fólk við ADHD, eins og onnur, hava nógvar ressursir og tað mugu vera tær vit í øllum lutum eiga at finna og styrkja og byggja okkara hjálp á.

Tað finnast eisini mong dømi um júst fólk við ADHD, sum vegna sín impulsitivitet so at siga ganga gjøgnum heilt og kunnu fáa almikið burturúr. So mong dømi eru eisini um at fólk við ADHD vinna kampar fyri okkum øll júst, tí tey megna at brúka sínar førleikar

Tað er sjálvandi ikki uttan orsøk at Ritalin-nýtslan er vaksin nógv. Eisini heima hjá okkum, hóast ikki eins nógv, sum aðrastaðni. Og tað kann eisini í fleiri førum vera við til at gera lívið hjá barninum, tí unga, i vaksna munandi betri. Og tað at skapa lívsgóðsku í øllum okkara arbeiði, líkamikið hvønn fakbólk vit hoyra til, má vera aðalmálið.

Vandi er tó í hvørjari vælferð. Tøl, endurgivin í New York Times, vísa, at í USA hevur fimti hvør tannáringadrongur fingið diagnosuna ADHD. Hetta eru astronomisk tøl, sum illa kunnu vera í samsvar við veruleikan. Tveir triðingar av hesum fáa viðgerð við heilivági.

Eisini í Danmark bóru myndugleikarnir ótta fyri, at diagnosan varð ov lættliga ásett. Í 2012 vísti uppgerð, at talið av dønum, ið fingu heilivág fyri ADHD var 15-faldað uppá 10 ár. Tað sum fekk heilsumyndugleikarnar veruliga at stúra var, at ógvuliga stórur munur var á gongdini landafrøðiliga.

Í summum pørtum vaks talið eksplosivt meira enn aðrastaðni og tað fekk stjórnina at gera nýggjar nationalar kliniskar rættningslinjur, sum kundu tryggja eina meira eins kanningar- og viðgerðarhátt. Hetta var gjørt, tí ásannað var, at kanningarnar og viðgerðin fyri ADHD mátti skipast betur.

Á Psykiatriska deplinum her arbeiða tey eftir hesum rættningslinjum, veit eg, og yvirhøvur geva okkara tøl eisini eina greiða ábending um, at vit ikki hava somu trupulleika, sum eitt nú í USA ella í pørtum av Danmark. Vit hava megna at funnið eina javnvág, á eggini, er mær fortalt.

Innast inni hugsi eg ofta um hvat tað í veruleikanum er úttrykk fyri, tá ið man tosað relativt negativt um at børn fáa diagnosur? Og sjálvandi skal alt vera við máta. Tú diagnostiserar fyri at hjálpa. Men hava vit nakrantíð hoyrt tað í mun til likamligar diagnosur?

Ella er hetta onkursvegna eisini úttrykk fyri at vit enn ikki javnstilla likamligu og sálarligu heilsuna ? Eg sendi bara spurningin avstað ! Enn havi eg so ongantíð hoyrt somu hugsanir tá ið tað snýr seg um likamligar sjúkur.

Trýstið á heilsuverkið er ovurstórt. Uttan at fara inn í eina størri samfelagsgreining, so gerast krøvini til okkara børn og ungu alt størri og størri. Tað kann eg siga bæði sum fakfólk, borgari og politikari. Ein væntan hevur sníkt seg fram, at børnini skulu megna alla verðina, hvønn dag, allan dagin.

Vit foreldur hava kanska ei heldur altíð neyðuga tolið ella geva okkum nóg góðar stundir til nærveru við børnini. Vit ynskja eisini og stremba eftir tí besta fyri okkara børnum og familju, uttan at hugsa um hvat nú er tað besta. Mong børn eru verkætlanarbørn og kanska góðtaka vit ikki longur á sama hátt, at tey ikki eru sum hini. Tí eru vit skjótari enn áður at leggja trýst á ymsu hjálparskipanirnar.

Øll ynskja sær jú eitt betri lív. Og tí troyta vit tær skipanir, sum vit halda kunnu hjálpa okkum at fáa eitt betri lív.

Samstundis er tendensurin, at diagnosur eru vorðnar títt atgongumerki til at fáa hjálp frá okkara felags skipanum. Viðhvørt er tað so galið, at hevur tú ikki hetta atgongumerki, so fært tú onga hjálp.

Í fyrstu atløgu er hetta ein álvarslig misskiljing, tí rættiliga nógv kunnu megna ógvuliga nógv um tey fáa røttu námsfrøðiligu tilboðini. Oftani er als ikki neyðugt við heilivági ella aðrari hjálp, sum sjúkrahúsverkið veitir.

Men er tørvur á á kanningum ella viðgerð frá serfrøðini á sjúkrahúsunum, skal hon eisini vera tøk. Tað er millum annað mín uppgáva at tryggja, at vit hava eina vælvirkandi psykiatri, sum kann traðka til, tá tørvur er.

Tað sum er umráðandi fyri okkum øll at leggja okkum í geyma er, at líkamikið um fólk hava eina diagnosu ella ikki, so eru avbjóðingarnar tær somu. Og tørvurin á einum heildartilboðið er stórur. Námsfrøðingar, Psykiatriski depilin, Gigni, skúlin, barnaverndin, kommunulækni, sálarfrøðingum, sernámi, almannaverki o.s.fr. mugu samstarva um aktuella problematikkin fyri at hjálpa, og hetta má gerast saman við tí rakta, so langt tað ber til.

Tað verður ongin fakbólkur, sum kemur at lyfta hesa uppgávu einsamallur. Samstarv má til, og við skipaðum felags samstarvi fara vit at kunna gera tingini munandi betri enn í dag.

Frá egnum royndum veit eg hvussu hjálparsleys, vit ofta kunnu kenna okkum sum fakfólk. Vit kenna at hjálpin er langt burtur, fráverandi og at vit ikki røkka nakran veg. Tað er í tí støðuni vit skulu hjálpa hvør øðrum sum fakfólk.

Um ikki, fáa vit ikki hjálpt okkara brúkarum. Og hvønn dag mugu vit hugsa hvat vit eru sett í verðina til. Vit skulu hjálpa fólki. Vit hava fakliga skyldu at samstarva, men eisini menniskjaliga ábyrgd yvirfyri okkara borgarum at strekka okkum langt fyri at finna júst tað tilboð, sum okkara borgara tørvar.

Tá ið vit fakfólk kenna okkum hjálparleys – hugsi tykkum so hvussu tey, sum sita í tí, tey raktu – kenna tað?

Tað var bæði læruríkt og hugvekjandi at hoyra tey bæði Rebbekku Perlik, yvirlækna, og Erling Fles, sálarfrøðing at greiða okkum frá um mongu fasetturnar við ADHD herfyri. Í sendingini Góðan morgun Føroyar.

Tey søgdu greidliga frá um symptomir, avleiðingar og hvussu kannað verður fyri ADHD. Somuleiðis greiddu teg væl frá hvussu vit fáa hjálpt hesum menniskjum, sum stríðast við hesar avbjóðingar. So her er nógv at vinna fyri allar partar.

Viðgerðin er ikki einføld langt frá tí. Og tað er ikki ein viðgerð – ein viðgerðarpakki – sum riggar til øll. Børn og vaksin eru ymisk, vit eru øll einstøk við okkara serligu søgu og bakgrund og við okkara serliga individualiteti.

Tí skal viðgerðin og tann hjálpin sum vit bjóða eisini verða ymisk og fleirtættað. Hon skal vera tvørfaklig og spenna um fleiri geirar – heilsuverk, skúlaverk, almannaverk, kommunur. Avbjóðingin við ADHD er snøgt sagt ov stór at bera hjá einum geira einsamalt.

Fyri stuttum kom út norðurlendsk kanning um ung við sálarligum trupulleikum í Íslandi, Noreg og Føroyum. Talan er um eina sokallaða kvalitativa kanning, har granskarar hava havt samrøður við nøkur ung við sálarsjúku.

Kanningin staðfestir, at tað er órógvandi at síggja hvussu illa tey ungu í Føroyum eru sálarliga, áðrenn tey fáa hjálp. At tey ungu hava stríðst við sínar avbjóðingar í alt ov drúgva tíð, áðrenn tey hava fingið hjálp frá skipanini. Tey eru svikin av øllum geirum.

Tað er ikki nóg gott. Og tað kunnu vit gera betur, og tað fara vit at gera betur. Vit, landsstýriskvinnurnar í almannamálum, mentamálum og heilsumálum, fara í felag at seta ávíst arbeiði í gongd á hesum økjum. So júst sum fakbólkarnir samstarva uppá tvørs av mørkum, so skulu vit gera tað uppá tvørs av ráðum. Kassahugsanin má minka, og allarhelst burtur.

Í norðurlendsku frágreiðingini verður víst á, at neyðugt er at styrkja, tað ið tey rópa “førstelinjetjenesten”. Í løtuni í vit ferð við at útbyggja tænastuna í Suðuroy og í Vágum og Sandoy, so økispsykiatriin seinnii í ár fer at fevna um allar Føroyar.

Hetta er ein liður í júst hesum, at styrkja “fyrstu linjuna” og skal vera við, at vit verða betur at fyribyrgja og at vit verða betur at veita hjálp tíðliga. Somuleiðis er barnapsykiatriin styrkt seinastu árini, men enn eru tøk at taka.

Men skulu vit røkka munagóðum úrslitum fyri okkara borgarar krevst, at vit leggja ætlanir og samstarva uppá tvørs. Bert við at arbeiða skipað uppá tvørs og at fáa gagnnýtt førleikarnar hjá fleiri starvsbólkum í fleiri geirum, megna vit betur úrslit. Og úrslitið er betri livikor og lívsgóðsku hjá okkara borgarum.

Royndirnar við “Tí góðu tilgongdini” í samband við børn við autismu hevur víst okkum á, at vit koma langt við skipaðum mannagongdum og greiðum avtalum um ábyrgd.

Og ikki minst við at tosa um hesar avbjóðingarnar. Kjakast og deilda vita um hvussu tey, sum eru um, læra at síggja, tá børnini hava avbjóðingar. Upplýsa um hvar foreldur og fakfólk skulu venda sær fyri at fáa hjálp. Siga hvørjum øðrum frá teimum tiltøkum sum rigga og hvat ikki riggar eins væl.

At sjónliggera – og ikki sjúkliggera tey, ið hava hjálp fyri neyðini. Henda ráðstevna í dag er eitt stórt fet rætta vegin. Við hesum orðum seti eg ráðstevnuna um ADHD!

Takk fyri!

 

kelda: himr.fo

 

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.