Psykiatriski depilin skipar fyri tiltaki í sambandi við Altjóða Psykiatridagin tann 10. oktober.

4. OKTOBER 2016

Mánadagin 10. oktober skipar Psykiatriski depilin á Landssjúkrahúsinum fyri forvitnisligum tiltaki í Havn í samband við Altjóða Psykiatridagin.
Tiltakið er alment og ókeypis og fer fram bæði á Býarbókasavninum í miðbýðnum og á Reinsaríinum í Tórsgøtu.

Skrá:
Á Býarbókasavninum
kl. 13.00-13.45 Hvat er sálarlig fyrstuhjálp?
Framløga við Tórunn Højgaard Ósá, leiðandi sjúkrarøktarfrøðingi á Psykiatriska deplinum og Birgit Andersen, leiðari í økispsykiatriini.

Á Reinsaríinum
kl. 14.00-16.00 Filmur: "Ida´s diary".
Ein filmur um vón og dirvi, um at finna seg sjálvan og at tora at LIVA. Hetta er ein persónlig video-dagbók, sum er bygd á lívið hjá Idu seinastu 8 árini. 

Aftaná filmin verður panel fundur
Á fundinum verður høvið at umrøða filmin og eisini at seta panelinum spurningar.
Í panelinum verða Tormóður Stórá, leiðandi yvirlækni á Psykiatriska deplinum, Birgit Andersen leiðari í økispsykiatriini, og Jana Mortensen á Psykiatriska deplinum.

Vælkomin.

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.