Læknalesandi fingið kunning um møguleikar á LS

10. AUGUST 2016

Hvørt ár í juli skipar Landssjúkrahúsið fyri summarfundi fyri læknalesandi, har kunnað verður um útbúgvingarmøguleikar á LS.

Yngri læknar sum longu eru í skipanini greiddu frá teirra fatan av "Tidlig klinisk ophold" og  "Klinisk basis uddannelse", ið umfatar uppihald á Landssjúkrahúsinum ávíst tíðarskeið, sum partur av útbúgvingini.  

Harumframt var greitt frá granskingarmøguleikum á LS og virkseminum hjá Útbúgvingarnevndini.

Fleiri læknar eru í útbúgvingarskipanini hjá LS til heystar:

  • 13 KBU læknar (klinisk basis uddannelse)
  • 3 introstørv í ávikavist psykiatri, intern medisin og ortopædkirurgi
  • 13 í útbúgvingarstarvi í almen medisin 

Uml. 100 føroyingar eru læknalesandi, og summarfundurin er tí eitt afturvendandi tiltak á hvørjum ári.

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.