Departments
International Service
Services for international patients living outside the Faroe Islands such as tourists, sailors and others

Játtan til verkætlan at kanna immunverjuna hjá sjúklingum við blóðeitran

4. JANUAR 2016

Tá stuðul til granskingarverkætlanir vóru latnar av fæðinum hjá niðurlagda sjúkrakassanum herfyri, vóru fleiri játtanir latnar til heilsuøkið.

Á økinum Heilsa sum medisinskt fyribrigdi fær Shahin Gaini frá Medisinska Deplinum á Landssjúkrahúsinum kr. 318.536 til eina verkætlan at kanna immunverjuna hjá sjúklingum við blóðeitran (sepsis), har bakteriur eru funnar í blóðnum.
Verkætlanin kallast BiFaSeps (Biomarkers-Faroeislands-Sepsis-Study). 

Um verkætlanina
BiFaSeps (Biomarkers-Faroeislands-Sepsis-Study) er ein granskingarverkætlan har immunverjan verður kannað hjá sjúklingum við blóðeitran (sepsis), sum hava bakteriur í blóðinum. Blóðroyndir relateraðar til okkara immunverju verða í dag nýttar til at diagnostisera blóðeitran og aðrar lívshóttandi infektiónir.

Verkætlanin skal kannað um til ber at menna nýggir kanningarhættir og nýggjar blóðroyndir fyri at staðfesta blóðeitran og sepsis so tíðliga sum gjørligt aftaná innleggjan, við tí endamáli at sjúklingurin kann setast í lívbjargandi viðgerð sum skjótast.
Samstundis verður roynt at finna nýggjar hættir at meta um prognosuna hjá tí einstaka sjúklinginum við blóðeitran og sepsis.

Verkætlanin hevur serstakt fokus á funktiónsmátingar av leukocyttum (hvítum immunverjukyknum) við flowcytometritøkni á Landssjúkrahúsinum umframt ELISA (enzyme-linked immunosorbent assay) mátingar av ymsum immunverju proteinum og immunverju cytokinum.

Verkætlanin er eitt samstarv millum granskingarbólkar á Landssjúkrahúsinum, Fróðskaparsetur Føroya, Odense Universitetshospital, Syddansk Universitet, Århus Universitetshospital, Århus Universitet og ein granskingarbólk úr Maine, USA.
200 sjúklingar við blóðeitran og ein kontrolbólkur luttaka.
Blóðroyndirnar skulu greinast á Landssjúkrahúsinum og á Århus Universitetshospital.

Yvirlækni PhD og lektari á Fróðskaparsetur Føroya og á Syddansk Universitet Shahin Gaini er verkætlanarleiðari. Les meiri um hansara gransking her.

Molekylerbiologur PhD Amanda Vang frá Diagnostiska Deplinum á Landssjúkrahúsinum hevur ábyrgdina av laboratorii kanningunum í Føroyum. Les meira um hana her.

1. hjálparlækni Sanna á Borg og hjálparlækni Anirban Nandy luttaka eisini í føroyska partinum av verkætlanini.

Professor Court Pedersen, Lektari Søren Hansen og Professor Holger Jon Møller luttaka úr Odense og Århus í Danmark.

Serlækni PhD Bruce Davis luttekur úr USA.

Medisinska Granskingareindin á Landssjúkrahúsinum hevur í løtini ein granskingarbólk, sum fokuserar uppá epidemiologiska og biomedisinska gransking innan álvarsligar, lívshóttandi infektiónir. Bólkurin samstarvar við Syddansk Universitet, Odense Universitetshospital, Københavns Universitet, Rigshospitalet, Århus Universitet, Århus Universitetshospital, Landsspitali Universitetssjúkrahús Reykjavík, University of Iceland, Amsterdam Universitet, Amsterdam Academic Center University Hospital og Fróðskaparsetur Føroya.

Aðrar verkætlanir á Landssjúkrahúsinum
Fleiri aðrar verkætlanir eru í løtuni í gongd: Ein Ph.D. verkætlan innan lívshóttandi infektiónir og blóðeitran er í gongd (FAPI verkætlanin),  ein Ph.D. meningitisverkætlan, sum kannar, hví føroyingar vóru so hart raktir av Neisseria meningitidis B meningitis og um føroyingar eru serliga útsettir fyri at fáa meningitis er í gongd (MeFcocc verkætlanin), ein Post Doc verkætlan, sum skal kanna, um føroyingar eru serligar útsettir fyri at fáa tuberklar er undir fyreiking (MyFgen verkætlanin).

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.