Hjartastartaradagurin - 23. apríl 2016 í SMS

19. APRÍL 2016

Hjartastartaradagurin varpar ljós á lívbjargandi fyrstuhjálp, og hvussu tú brúkar ein hjartastartara.

Hvørt ár fáa umleið 30 føroyingar hjartasteðg uttan fyri sjúkrahúsið – umleið 10% koma undan við lívinum.

Um fleiri okkara duga og tora at geva fyrstuhjálp, kunnu vit bjarga fleiri lívum.

Ætlanin við hjartastartaradegnum er at geva fólki betri førleika í lívbjargandi fyrstuhjálp, og hvussu ein hjartastartari verður brúktur.

ES hevur tikið stig til, at ein hjartastartaradagur verður hildin í flestøllum londum í ES.
FÁ 3, áhugabólkur fyri intensiv- og anestesisjúkrarøktarfrøðingar
skipar fyri tiltakinum, sum verður leygardagin 23. apríl í SMS.

Yvirlit yvir hjartastartarar í Føroyum finnist á heimasíðuni www.hjartastartari.fo
Hygg inn á síðuna í dag, so tú veitst, hvar nærmasti hjartastarti er staðsettur, t.d. í mun til títt arbeiðspláss ella títt frítiðarítriv.

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.