Departments
International Service
Services for international patients living outside the Faroe Islands such as tourists, sailors and others

Gransking veitir lovandi úrslit innan autoimmunar sjúkur

22. SEPTEMBER 2016

Amanda Vang et al., Frontiers in Pharmacology, August 2016.

Vanlig viðgerð við heilivági fyri autoimmunar sjúkur hevur nógv hjáárin, og tískil er tørvur á betri viðgerð.

Í august útgávuni av tíðarritinum Frontiers in Pharmacology, vístu Vang et al. 2016 á, at forðing av PDE8, eitt enzým (ein kveiki) í brunukyknum, møguliga er ein betri háttur at viðgera autoimmunar sjúkur, enn við núverandi tøka heilivágnum.

Fyri at gerast sjúkuelvandi, mugu immun kyknur knýta seg at blóðkørum og fara burtur úr blóðstreyminum.
Í hesi granskingini, bleiv eitt slag av heilivági sum forðar PDE8, veitt immunkyknum og blóðkørum í einum glasi.
Úrslitið gjørdist, at heilivágurin foraði immunkyknum og blóðkørum at knýta seg hvørt til annað.

Burturúr hesum gerst tí greitt, at PDE8 heilivágur hevur virkna á kyknir í glasi og í mýs, sum ert týðani vitan, innan til ber at royna heilivágin til menniskju við autoimmunum sjúkum.

Gransking av PDE8 sum heilivág verður fíggjað av Granskingarráðnum til Amandu Vang á Diagnostiska Deplinum á Landssjúkrahúsinum.

Kannað verður, um tjúkktarmsbiopsiir við brunubroytingum hava meira PDE8 í mun til ikki-brunarakt øki.

Verkætlanin hjá Granskingarráðum verður gjørd saman við Maciej Kaminski, patologi, Kára R. Nielsen, yvirlækni í gastroenterology á Landssjúkrahúsinum, og Nicolina M. Ovadóttir, master-lesandi í biomedicin.

Endamálið við hesi gransking er, at útvega neyðug prógv fyri at byrja kliniskar royndir við PDE8 forðara, til gagns fyri sjúklingar við autoimmunum sjúkum.

Ávísing: Vang AG, Basole C, Dong H, Nguyen RK, Housley W, Guernsey L, Adami AJ, Thrall RS, Clark RB, Epstein PM and Brocke S (2016) Differential Expression and Function of PDE8 and PDE4 in Effector T cells: Implications for PDE8 as a Drug Target in Inflammation. Front. Pharmacol. 7:259. doi: 10.3389/fphar.2016.00259

Leinkja til greinina finnist her.

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.