Frambrot innan hjartaøkið

8. OKTOBER 2016

Stórt frambrot er nú ávegis innan útgreining fyri hjartasjúku í Føroyum.
Landssjúkrahúsið fer í samstarvi við Bispebjerg Hospital at fremja CT hjartaskanningar, ið eru serliga væl egnaðar at útiloka æðrakálking hjá sjúklingum undir illgruna fyri hjarta-æðrasjúku.

Áður hevur verið neyðugt at senda allar sjúklingar, ið hava havt viðkomandi sjúkutekin, av landinum at gera kanningar av kransæðrunum, tá hetta hevur verið mett neyðugt.


Við nýggja kanningarháttinum, har CT skanning verður framd av hjartanum, fer at vera gjørligt neyvt at síggja kransæðrarnar og tískil betur vita, hvørt tørvur er á, at senda sjuklingar uttanlands til víðari viðgerð.


Fólk frá Bispebjerg Hospital hava verið í Føroyum í vikuni og lagt lag á hjá hjartalæknunum á Landssjúkrahúsinum og røntgen starvsfólki.
Avtala er gjørd við Bispebjerg Hospital, ið hevur drúgvar royndir innan økið, at veita stuðul og tryggja at dygdin av kanningunum verður á hægsta støði.


Hjarta CT skanningar hava verið framdar uttanlands í fleiri ár, og nú er so ætlanin, at hesin kanningarhátturin um stutta tíð verður tøkur í Føroyum.

Myndir

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.