Føroyanevndin verið á rundvísing á LS í dag

18. AUGUST 2016

Føroyanevndin hjá Fólkatinginum varð móttikin í forhøllini á Landssjúkrahúsinum fyrrapartin í dag av stjórnini, har tey fingu kunning um nýggja H-bygningin. Síðani var rundvísing á Landssjúkrahúsinum.

Eftirfylgjandi hevði sjúkrahússtjórin eitt kunningarupplegg um virksemi á stovninum, og síðani fór nevndin niðan í Granskingarlonina, har FarGen hevði framløgu.

Vitjanin endaði við døgurða í Matarhøllini á Eirargarði.

Føroysku umboðini vóru Magni Arge og Sjúrður Skaale, fólkatingslimir.

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.