Epilepsi - Temadagur 25. november

18. NOVEMBER 2016

Temadagur við Annette Fredriksen, leiðandi sjúkrarøktarfrøðingur í Sølund í Skanderborg, verður á Panorama á Hotel Hafnia fríggjadagin 25. november.
Annette hevur undirvíst í epilepsi seinastu 15 árini.

Fyrrapartin, kl. 08.30-12.00, verður fyrilestur fyri lærarum, námsfrøðingum, hjálparfólkum og stuðlum.
Evnið: Vitan um epilepsi skapar tryggleika í gerandisdegnum.

Seinnapartin, kl. 13.00- 16.00, er ætlaður limum í epileptikarafelagnum og øðrum áhugaðum.
Evnið: Ymisk sløg av herindum og viðgerðir.

Tilmelding fer fram á randfrid@olivant.fo ella tel. 263078 innan hósdagin 24. november.

Epilepsifelag Føroya varð stovnað í 1989 og hevur til endamáls at upplýsa um epilepsi.

Heuvr tú spurningar ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við felagið á tel. 263078 ella á randfrid@olivant.fo

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.