Áhaldandi blóðgevar

14. JANUAR 2016

Í morgun vóru Andrew I. Vang og Kári Árting í blóðbankanum á Rannsóknarstovuni og góvu blóð. Tað hava teir við degnum í dag gjørt heilar 75 ferðir hvør.

 

Í tí sambandi legði stjórin á Landssjúkrahúsinum, Johnny í Grótinum, leiðina framvið, og takkaði fyri. Somuleiðis fingu teir handað blómur.

 

Tað er av alstórum týdningi, at blóðbankarnir í Føroyum altíð hava ávíst lagur av blóði til taks til óvæntaðar støður.

 

Til ber at melda seg sum blóðgeva á Landssjúkrahúsinum á www.gevidblod.fo, og á Klaksvíkar sjúkrahúsi og Suðuroyar sjúkrahúsi umvegis teirra heimasíður.  

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.