Departments
International Service
Services for international patients living outside the Faroe Islands such as tourists, sailors and others

Vísindavøkan á ferð- bílegg ein granskara!

2. JULI 2015

Síðst í september fer Vísindavøka at vera kring alt landið. Í sambandi við Vísindavøkuna 2015 hava ein røð av granskarum játtað at halda fyrilestrar kring landið í vikuni upp undir Vísindavøkuna. Hetta er í døgunum 21. til og við 24. september.
Endamálið er at geva øllum føroyingum møguleika at uppliva part av Vísindavøkuni.
Fríggjadagin 25. september verður ein heilur dagur við framløgum, framsýningum og tiltøkum í iNOVA í Tórshavn.
Við hesum bjóða vit skúlum, stovnum, fyritøkum,feløgum, kirkjum, samkomum og øðrum at bíleggja ein granskara at koma at halda fyrilestur hjá sær ein av døgunum 21. – 24. september.
Tað kann bæði vera um dagin og um kvøldið.
Granskarin heldur ein fyrilestur um eitt avtalað evni í 30-45 minuttir og síðani er høvi til spurningar ella kjak.
Treytirnar eru einfaldar: Tann, sum tekur ímóti einum fyrilestrahaldara, skal lýsa við tiltakinum, eitt nú í telduposti til starvsfólk ella limir, á Facebook, við tíðindaskrivi ella lýsing í miðlunum. Tað skal vera ein uppvørpa á staðnum og mikrofon um neyðugt. Tað skal vera pláss fyri, at í minsta lagi 20 fólk kunnu koma til tiltakið. Granskararnir gera hetta sum part av sínum starvi og skulu ikki hava samsýning fyri fyrilesturin.
Avtalur verða gjørdar í tí raðfylgju, sum tað verður bílagt, so tey sum spyrja fyrst, hava fyrsta rætt.
Tað ber væl til at biðja um fleiri fyrilestrar til sama stað, gjarna við eini raðfesting av, hvør fyrilestur ynsktur verður. Í fyrsta umfari tilskila vit okkum rætt til bert at játta ein fyrilestur til hvønn, sum bíleggur. Er rúm fyri tí, ber til at fáa fleiri.
Bíleggjast skal áðrenn 3. september á telduposti gransking@gransking.fo.
Eftir hetta verður samlaða skráin almannakunngjørd á gransking.fo. Hon verður eisini prentað í Vísindavøkublaðnum, sum kemur í hvørt hús 16. september.
Sí granskararnir, sum hava játtað at halda fyrilestur her.

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.