Shahin Gaini adjungeraður lektari á SDU

9. MARS 2015

Shahin Gaini, yvirlækni á Landssjúkrahúsinum, er 4. mars 2015 vorin knýttur at heilsuvísindaligu megindeildini á Syddansk Universitet sum adjungeraður lektari í ígerðarsjúkum.

Shahin Gaini hevur í forvegin tætt samstarv við Odense Universitetshospital og Syddansk Universitet innanfyri læknafrøðiliga gransking. Tvey ph.d. lesandi á Landssjúkrahúsinum eru innskrivaði á Syddansk Universitet við Shahin Gaini sum vegleiðara.
Granskingarøki er serliga innanfyri sepsis, blóðeitran, mikrobiologi, meningitis og aðrar heilainfektiónir.


kelda: gransking.fo

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.