LS á Mentanarnátt

10. JUNI 2015

Aftur í ár luttekur Landssjúkrahúsið við rundvísing á Mentanarnáttini, sum verður fríggjakvøldið 12. juni.

Byrja verður á Eirargarði har greitt verður frá menningini innan psykiatriska økið seinnu árini.


Síðani verður farið forbí Vaskaríið har nýmótans tøkni verður víst fram, og hareftir verður gingið umvegis tunnilin undir J. C. Svabosgøtu og oman í grøna B bygningin.

Í tunnlinum verður í stuttum greitt frá krígshospitalinum.

Í forhøllini er framsýning um komandi nýbygningin og greitt verður frá hesum.

Um viðrar verður møguleiki hjá teimum sum hava hug at ganga upp trappurnar til 9. hædd, at sleppa út á takið á B-bygninginum, og síggja Havnina haðani.

Okkurt gómagott verður eisini at fáa í forhøllini.

Fyrri túrurin verður kl. 18.30 og tann seinni kl. 19.00. Túrarnir varða uml. 1 tíma.

Byrja verður á Eirargarði 16, við reyðu bygningarnar.

Vælkomin sum gestur á LS:)

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.