Leiðandi yvirlækni/depilsleiðari settur á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum

19. JANUAR 2015

Tormóður Stórá er 19. januar 2015 settur sum leiðandi yvirlækni/depilsleiðari á Psykiatriska deplinum fyri eitt 6 ára skeið.
Tormóður Stórá er útbúgvin serlækni í psykiatri frá 2006 og er 51 ára gamal.
Hann hevur verið í ymiskum leiðandi størvum á Psykiatriska deplinum í umleið 10 ár.
Depilsleiðslan er eitt toymið, ið fevnir um leiðandi yvirlækna og leiðandi sjúkrarøktarfrøðing, ið er Tórunn Højgaard Ósá.
Umframt týðandi dagliga kliniska og fyrisitingarliga raksturin av deplinum eru nakrar av høvuðsavbjóðingunum at tryggja samanhangandi sjúklingagongdir, menning innan trygd og dygd, menning av samstarvinum við samstarvsfelagar innan- og uttanlands, rekruttering av serkønum heilsustarvsfólki, umframt at verða partur av spennandi tilgongdini við at byggja nýggjan psykiatriskan depil sum partur av H-bygningsverkætlanini.

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.