Landssjúkrahúsið er umboðað á Vísindavøku í dag

25. SEPTEMBER 2015

Á myndini Annfríð Haraldsen, sjúkrarøktarfrøðingur á Diabetes Ambulatoriinum.

 

 

Fyrrapartin hava starvsfólk frá Diabetes Ambulatoriinum tikið blóðsukur mátingar hjá teimum sum hava vitja básin.

 

Seinnapartin fer Shahin Gaini, yvirlækni, Phd, at halda fyrilesturin: "Álvarsligar sjúkur ferðast eisini við flogfari- avbjóðingar fyri framman".

 

William Smith, smittuverjufrøðingur fer at greiða frá um VRE bakteriuna.

 

Somuleiðis verður Tóra Petersen, forkvinna í Granskingarnevndini á LS á básinum, har hon fer at ráðgeva um møguleikar fyri gransking á Landssjúkrahúsinum.

 

Vísindavøka hevur til endamáls at kveikja áhugan fyri gransking og vísa, hvat fyri ferst á granskingarøkinum.

 

Tiltakið er í hølunum hjá Inova á Hoyvíksvegnum.

 

Les meiri um skránna á www.gransking.fo

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.