Johan Jansson nýggjur varastjóri á Landssjúkrahúsinum

2. OKTOBER 2015

Landsstýriskvinnan í heilsumálum, Sirið Stenberg, hevur gjørt av at seta Johan Jansson í starv sum nýggjan varastjóra við læknafakligari bakgrund á Landssjúkrahúsinum. 

 

Johan Jansson er 54 ára gamal, ættaður úr Álandi og hevur royndir við at arbeiða í einum oyggjasamfelag.

 

Johan Jansson er útbúgvin lækni frá Åbo Universiteti í Álandi og gjørdist serlækni í psykiatri í 1997. Hann hevur 20 ára starvsroyndir sum lækni, harav 14 ára viðkomandi leiðsluroyndir á strategiskum stigi bæði innan almenna og privata heilsugeiran í Svøríki, har hann hevur verið leiðari við 170 fólkum undir sær. Johan Jansson  hevur eisini drúgvar royndir við broytingarleiðslu umframt stóra vitan og kunnleika til m.a. at seta kvalitetsskipanir í verk.

 

Johan dugir fleiri mál og er vanur við at arbeiða við fleiri mentanum.

 

Johan Jansson byrjar í starvinum 1. januar 2016.

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.