Fígging av nýggjum dýrum heilivági

11. AUGUST 2015

Nú kjak aftur hevur tikið seg upp um serstaka dýran heilivág, í hesum føri 2 mió. kr. um árið fyri hvønn sjúkling, verður tað nú eisini neyðugt at tosa um viðgerðina og um, hvussu hon verður fíggjað.

 

Sjúkrahúsið vil altíð hjálpa sjúklingunum og tí nýta besta heilivágin. Eisini ynskir landið, at borgararnir sum hava sjúku ella mein fáa bestu viðgerð, og at støðið á føroyska heilsuverkinum skal verða ájavnt við støðið í hinum Norðurlondunum.
Í Føroyum fylgja vit teimum tilmælum og loyvum, sum Landsapotekarin sum evsti myndugleiki á økinum gevur. Hetta merkir, at vit væntandi fara at bjóða hesa nýggju dýru viðgerð við heiliváginum Orkambi, um tað verður tilmælt av Landsapotekaranum.

 

Nýggi heilivágurin Orkambi verður givin til fólk, sum hava sjúkuna cystisk fibrosu. Heilivágurin lekir ikki sjúkuna, men hjálpir sjúklinginum í gerandisdegnum. Heilivágurin hjálpir teimum, so at tey fáa betri andadrátt og tí orka meira. Sjúklingurin skal taka heilivágin alt lívið.
Heilivágurin er góðkendur at nýta í USA frá juli mánaða í ár, og væntandi verður loyvi givið í Danmark og Føroyum í 2016.
Í Føroyum eru 9 vaksin fólk, sum bera hesa sjúku og tí væntandi skulu hava heilivágin.

Í løtuni er tað soleiðis, at serstaka dýrur heilivágur verður fíggjaður á serligari kontu á fíggjarlógini. Útreiðslurnar eru ringar at stýra, av tí at tað ofta kemur nýggjur dýrur heilivágur fram, og tí hækka útreiðslurnar til henda heilivág millum 5 og 10 % um árið. Í ávísum førum hevur tí verið neyðugt at fáa eykajáttan á fíggjarlógini.

Viðgerðin av 9 sjúklingum við hesum heilivági fer at kosta 18 mió. kr. um árið. Sum er, er hesin peningur ikki tikin við í fíggjarlógaruppskotið fyri 2016. Tí fer Landssjúkrahúsið í næstum at taka upp samband við Heilsumálaráðið fyri at viðgera hendan nýggja tørvin á fígging av heilivági, sum veruliga kann gera stóran mun í lívsgóðskuni hjá sjúklingum við cystiskari fibrosu.


Vegna sjúkrahússtjórnina

Høgni Djurhuus, settur varastjóri

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.