Taxa

Eygnalæknarnir á LS: Verji eyguni við sólarmyrking

16. MARS 2015

Tað er ikki vandaleyst at eygleiða sólarmyrkingina, ið verður um okkara leiðir 20. mars 2015.
Tað staðfesta Kaj Vilhelmsen, og Elin og Malan Holm, eygnalæknar á Landssjúkrahúsinum.
Ljósið frá sólini er so mikið sterkt, at tað kann skaða sjónina álvarsliga, um hugt verður beinleiðis ímóti sólini ov leingi í senn uttan eygnaverju. Áhersla skal tí leggjast á umhugsni og at verja eyguni á besta hátt.

Tá ið sólarmyrking verður eygleidd, eru ØLL í sama vandabólki, og tí skulu øll nýta eygnaverju.
Verndarbrillur fáast til keyps kring landið, og tað er týdningarmikið at brillurnar eru heilt svartar, so at ljós bert hómast, tá ið hugt verður eftir einari sterkari ljóskeldu.
Ein má tryggja sær, at brillurnar ikki eru skaddar, áðrenn tær verða nýttar.
Vanligar sólbrillur eru ikki nóg góðar og mugu ikki nýtast.

Tað eru serlig atlit at hava í huga fyri  ymsu fólka- og aldursbólkarnar:
Serligt fyrivarni eigur at takast fyri tey, ið ikki hava vitan ella førleika til at verja seg sjálvi. Her verður hugsa um smærri børn í barnagarði og í vøggustovu umframt fólk við skerdum førleika.
Kringvarp Føroya fer ætlandi at senda beinleiðis frá sólarmyrkingini, og um hugt verður at sólini í sjónvarpinum, hendir ongin eygnaskaði. Vert er at umhugsa tann møguleikan í teimum førum, har nýtsla av verndarbrillum ikki er nøktandi loysn.
Les annars generellu vegleiðinginga frá Heilsumálaráðnum her.

Tveir av eygnalæknunum á Landssjúkrahúsinum er triðja generatión av eygnalæknum í somu familju, og áheitan til føroyingar um, at verja eyguni í samband við sólarmyrking er komi fyri áður.
Í 1954 var grein í føroyskum blað, har Niels Pauli Holm eygnalækni frá 1947-1966 ávaraði um eygnaskaða við sólarmyrkingina sum var tá. 
Sonur hansara Kári Holm tók við starvi sum eygnalækni á Landssjúkrahúsinum í tíðarskeiðinum 1978-2004, og nú eru tað abbadøturnar Elin og Malan Holm sum við hesum omanfyri aftur leggja áherðslu á, at føroyingar eiga at verja eyguni við komandi sólarmyrkingina - sama forkunnuga náttúrufyribrigdi, sum abbi teirra legði dent á at ávara føroyingar um avleiðingar av fyri 61 árum síðani.

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.