Elin Jensen sett sum leiðandi yvirlækni/depilsleiðari á Bráðdeplinum á Landssjúkrahúsinum

13. MARS 2015

Elin Jensen er sett í starv sum leiðandi yvirlækni/depilsleiðari á Bráðdeplinum. Elin er útbúgvin serlækni í anæstesiologi í 1997 frá Odense Universitetshospital og hevur starvast sum yvirlækni á LS síðani 2002. Bráðdepilin er ein kliniskur depil, sum veitir tvørgangandi tænastur til aðrar deplar og umfatar økini: anæstesi, viðrakning, Bráðmóttøku&Skaðastovu, Intensiv, Leiðbeining og Sjúkraflutningstænastuna. Depilsleiðslan á Bráðdeplinum fevnir harumframt um Jórun Højgaard, leiðandi sjúkrarøktarfrøðing.
Starvið er áramálssett fyri 6 ár.

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.