Departments
International Service
Services for international patients living outside the Faroe Islands such as tourists, sailors and others

Almannaverkið og Landssjúkrahúsið skrivað undir samstarvsavtalu

2. FEBRUAR 2015

Fríggjadagin skrivaðu Almannaverkið og Landssjúkrahúsið undir nýggja tvípartasamstarvsavtalu. Avtalan er tann næsta í røðini av sínum slag millum stovnarnar. Fyrsta avtalan var gjørd 19. desember 2013. Avtalan er ein sonevnd rammuavtala, ið leggur ein yvirordnaðan leist fyri samstarvi og samskipan millum stovnarnar innan ymisk evni eitt nú psykiatrisk samstarvsøkir, herundir børn og ung, socialráðgeving, hjálpitól, eftirútbúgving vm.

Endamálið við hesi tvípartaavtaluni er at betra um samlaðu borgara-/sjúklingagongdina við einum skipaðum tvørsektorsamstarvi millum Landssjúkrahúsið og Almannaverkið, við greiðum ásetingum viðvíkjandi innihaldi og mannagongdum.

Í sambandi við at eldraøkið vm. er lagt til kommurnar pr. 1. januar 2015 eru Almannverkið, Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús, tey 7 kommunalu samstarvsøkini innan eldraøkið, umframt Tórshavnar Kommuna í holt við at leggja seinastu hond á eina sonevnda fleirpartaavtaluna fyri umfatandi samstarvið millum hesar eindir. Henda verður ætlandi undirskrivað fyrst í februar 2015.

Landssjúkrahúsið og Almannaverkið ynskja at tvípartaavtalan skal stuðla undir málinum um at veita eina góða tænastu á høgum fakligum stigi, soleiðis at umskiftið hjá borgarum í millum stovnarnar skal kennast sum ein heildarviðgerð, har borgarin er í miðdeplinum.

Tórshavn 2. februar 2015             
Edvard Heen, stjóri, Almannaverkið             Sigurð Vang, stjóri, Landssjúkrahúsið

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.