Departments
International Service
Services for international patients living outside the Faroe Islands such as tourists, sailors and others

6 umsóknir fingið stuðul til gransking á heilsuøkinum

18. DESEMBER 2015

Tilsamans eru 3,2 milliónir kr. tillutaðar til verkætlanir innan høvuðsøki 2, ið er eitt av trimum høvuðsøkjum, sum fæið hjá niðurlagdu sjúkrakassunum skal lutast út til. Høvuðsøki 2 fevnir um gransking og menning á heilsuøkinum í Føroyum.

Játtanir verða í ár latnar á trimum raðfestum økjum.

 

Á økinum Heilsa sum sosialt fyribrigdi fær Kristianna Dam frá Sjúkrarøktarfrøðideildini á Fróðskaparsetri Føroya kr. 312.638 til eina verkætlan um lívsfatanina hjá ungum, sum eru uppvaksin við sálarsjúkum foreldrum.

 

Marin Strøm frá Megindeildini fyri Náttúru- og heilsuvísindi á Fróðskaparsetri Føroya fær kr. 536.736 til eina verkætlan um sambandið millum kost og rørslu hjá føroyskum tannáringum og sosiobúskaparligu og heilsuligu støðuna hjá familjuni.

 

Á økinum Heilsa sum medisinskt fyribrigdi fær Shahin Gaini frá Medisinska Deplinum á Landssjúkrahúsinum kr. 318.536 til eina verkætlan at kanna immunverjuna hjá sjúklingum við blóðeitran (sepsis), har bakteriur eru funnar í blóðnum. Verkætlanin kallast BiFaSeps (Biomarkers-Faroeislands-Sepsis-Study). Les meiri um hann her.

 

Maria Skaalum Petersen frá Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu fær kr. 667.421 til eina verkætlan um genetisku orsøkirnar til Alzheimers sjúku í Føroyum.

 

Turid Hammer frá Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu fær kr. 1.217.022 til eina ph.d.verkætlan um tarmbrunasjúkur í Føroyum.

 

Og á økinum Sálarfrøðilig heilsa fær Noomi Oddmarsdóttir Gregersen frá Ílegusavninum kr. 184.223 til eina verkætlan um at eyðmerkja og greina genetisk frávik í Føroyum, sum økja vanda fyri at fáa panikkangist. Hetta er framhald av ph.d. verkætlan hennara.


Sambært leiðreglunum fyri Sjúkrakassagrunnin skal stuðul til høvuðsøki 2 býtast nøkulunda javnt millum fimm raðfest økir. Á hesum sinni varð stuðul tó bert játtaður til trý økir, tí mett varð ikki, at tað vóru stuðulsverdar umsóknir á økjunum Krabbamein og Hjartasjúkur. Eins og í fjør vóru flestar umsóknir á økinum Heilsa sum medisinskt fyribrigdi.

 

Hetta er aðru ferð at stuðul verður latin frá Høvuðsøki 2, tilsamans 13 umsóknir vóru um stuðul í hesum umfarinum.

Granskingarnevndin hevur gjørt av, at næstu ferð tað verður lýst eftir umsóknum til Høvuðsøki 2, so verður tað bert lýst á økjunum Krabbamein og Hjartasjúkur. Tað eru á leið 2,6 mill. kr. tøkar til ta umsóknarfreistina, sum verður tann seinasta fyri Høvuðsøki 2 í hesum umfarinum. Meira verður at frætta um hetta seinni.

Tað ber eisini til at fáa stuðul til gransking á heilsuøkinum úr Granskingargrunninum. Næsta umsóknarfreist er 15. februar 2016. Tað eru væntandi góðar 6 mió. kr. tøkar til stuðul á øllum fakøkjum.

Les meira um Sjúkrakassagrunnin her

 

kelda: gransking.fo

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.