Departments
International Service
Services for international patients living outside the Faroe Islands such as tourists, sailors and others
This page is not available in English

Heilsukanning u/sjúkuillgruna

Gjald fyri heilsukanningar í sambandi við vinnubrøv, innfaraloyvi, luttøku í ítróttakappingum o.l.  
Tá borgarar umvegis lækna (vanliga kommunulækna) hava tørv á heilsukanningum, ið ikki eru grundaðar á sjúkuillgruna, men eru krøv í sambandi við vinnubrøv, innfaraloyvi, luttøku í ítróttarkappingum o.l. skal borgarin sjálvur rinda fyri hesar kanningar.
Landssjúkrahúsið hevur heimild fyri gjaldinum í kunngerð nr. 116 frá 4. desember 2012 um gjald fyri heilsukanningar í samband við vinnubrøv v.m.

Niðanfyri er yvirlit yvir mest vanligu rannsóknarstovu- og røntgenkanningarnar og kostnaðin fyri tær.  Gjaldið fyri aðrar kanningar kann síggjast á www.drg.dk ella fáa upplýst frá Rannsóknarstovuni ella Røntgendeildini - telefon 30 45 00 lok. 5600 ella lok. 5500 ella t-post:  lab-skrivari@lsh.fo ella Røntgendeildina á lok. 5500 ella rontgen-deild@ls.fo  ella aðrari deild har tú verður kannaður. Spyr um tú ivast!
 
Rindast skal fyri kanningarnar forút og verður hetta gjørt í Leiðbeiningini í forhøllini á Landssjúkrahúsinum og skal rindast við gjaldskorti.

Um arbeiðsgevari ella tryggingarfelag hevur gjørt avtalu við Landssjúkrahúsið um gjald, skal borgarin kunna skjalprógva at viðkomandi arbeiðir fyri viðkomandi felag ella framganga á lista sum felagið ella bíleggjandi læknin sendir Landssjúkrahúsinum.
 
Øll kanningarsvar vera løgd í Talgildu heilsuskipanina og bíleggjandi læknin skal geva svarið til borgaran, um ikki annað er avtalað.
Gevið gætur at gjaldið verður ikki afturgoldið persóni, um viðkomandi fær staðfest sjúku, og ikki kann fáa ávísu váttanina.
Sí kunningarskriv sum pdf her.
 
Kunngerð nr. 116 frá 4. desember 2012, um gjald fyri heilsukanningar í samband við vinnubrøv v.m.
 
 

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.