Gjald fyri heilsukanningar

08-01-2015

Tá borgarar umvegis lækna (vanliga kommunulækna) hava tørv á heilsukanningum, ið ikki eru grundaðar á sjúkuillgruna, men eru krøv í sambandi við vinnubrøv, innfaraloyvi, luttøku í ítróttarkappingum o.l. skal borgarin sjálvur rinda fyri hesar kanningar.
Landssjúkrahúsið hevur heimild fyri gjaldinum í kunngerð nr. 116 frá 4. desember 2012 um gjald fyri heilsukanningar í samband við vinnubrøv v.m.
Rindast skal fyri kanningarnar forút og verður hetta gjørt í Leiðbeiningini í forhøllini á Landssjúkrahúsinum og skal rindast við gjaldskorti.

Um arbeiðsgevari ella tryggingarfelag hevur gjørt avtalu við Landssjúkrahúsið um gjald, skal borgarin kunna skjalprógva at viðkomandi arbeiðir fyri viðkomandi felag ella framganga á lista sum felagið ella bíleggjandi læknin sendir Landssjúkrahúsinum.
Les meiri her.

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.