Vitjunartíð er millum kl. 15-16 og 19-20.

Finn deild

 

DAGSINS MATSKRÁ

Matarhøllin: Eftirgjørd hara, rómaepli, reyðrót og villsós. Rabarbusuppa við súrróma.

Kafein í forhøllini: Eftirgjørd hara, rómaepli, reyðrót og villsós. Rabarbusuppa við súrróma.


Húðambulatorium

Húð- ella Dermatologiskambulatorium er í Útistovu, er opið allar gerandisdagar frá kl. 08.00 til 16.00.
Endamálið við húðambulatoriinum er at kanna og viðgera sjúklingar við húðsjúkum í Føroyum, og eisini at undirvísa um góða húðrøkt, so sjúklingurin sjálvur fær fyribyrgt at gerast sjúkari. Ljósviðgerðir verða givnar til eksemsjúklingar, serliga psoriasis og barnaeksem.

Telefonnummar
304500, lokal 6221 ella 6222

Starvsfólk
Edith Vang, sjúkrarøktarfrøðingur,
telefontíð mán- og fríggjadag frá kl. 10:00 til 14:00

Karis Thomassen, læknaskrivari,
telefontíð manadag - fríggjadag frá kl. 10:30 til 12:30

Húðlæknin er ikki í føstum starvi á Landssjúkrahúsinum, so tænastan er gjøgnum teldu til Roskilde Amtssygehus, hagar myndir og tekstur verður sendur og húðalæknarnir har so taka støðu til viðgerð og senda svar aftur á Landssjúkrahúsið.
Húðlæknarnir, ið starvast á Roskilde Amtssygehus eru:
Michael Heidenheim, yvirlækni
Gregor Jemec, yvirlækni
Thomas Norman Dam, yvirlækni
Hesir somu húðlæknar koma eisini sum konsulentar heim til Føroyar umleið 8 vikur um árið, umleið hálvurannar mánaður ímillum.
Bíðitíðin til læknaviðtalu er umleið 4 mánaðir, og til televiðtalu umleið 2 mánaðir.

Útskriva skjalið