Vitjunartíð er millum kl. 15-16 og 19-20.

Finn deild

 

DAGSINS MATSKRÁ

Oksasteik, grønar smábønur, soðsós og epli. Fromasja við róma.



Gransking opg menning
Landssjúkrahúsið vil fegin samstarva við lesandi á bachelorstigi, masterstigi og phd-stigi um uppgávur/ritgerðir/evnir, ið eru viðkomandi fyri Landssjúkrahúsið og tann lesandi. Her kann verða talan um fakøkir so sum læknafrøði, sjúkrarøktarfrøði, lívfrøði, biomedicin, búskaparfrøði, KT-frøði, løgfrøði, HRM, samskifti, organisatiónspsykologi, sociologi, organisatión, logistikk o.s.fr.
Í Granskingar- og Menningarlonini sum svarta barakkin á J.C. Svabosgøtu nú verður kallað, finnist eitt kveikjandi granskingarumhvørvi. Har húsast Fólkaheilsuráðið, Ílegusavnið, Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu (FarGen-verkætanin), umframt granskarar á Landssjúkrahúsinum.

Granskingarnevndin á Landssjúkrahúsinum hevur 7 limir. Hesi eru:

Formaður: Shahin Gaini, 1. hjálparlækni, Phd.
Tummas í Garði, varastjóri, Fyrisitingin
Nina Djurhuus, bioanalytikari, Diagnostiski depilin
Tóra Petersen, sálarfrøðingur, PhD-lesandi, Psykiatriski depilin
Jórun Højgaard, deildarleiðari, Bráðdepilin
Jan Rasmussen, hjálparlækni, PhD-lesandi, Medisinski depilin
Elin Holm, yvirlækni, Skurðdepilin

Landssjúkrahúsið hevur í onkrum førum uppskot til áhugaverd evnir og viðgerð annars fegin uppskot til evnir. Um partarnir eru samdir um samstarv verður formlig samstarvsavtala inngingin við nærri treytum. Møguligt er fáa arbeiðspláss/vistarhald í Granskingar- og Menningarlonini.

Starvsvenjing í samband við útbúgving innan heilsuverki
Landssjúkrahúsið ynskir í tann mun gjørligt at kunna taka ímóti fólki, ið hava tørv á praktikuppihaldi í sambandi við ymiskar hægri útbúgvingar. Vit frætta fegin frá tær.

Viðv. starvsvenjing/praktikkuppihaldi  og FAQ í sambandi við kliniskar útbúgvingar, sí relevanta útbúgving á vinstra bredda.

Fyrispurningar kunnu setast til hesi:
Anniku W. Joensen, HR- og menningarleiðara
Ingi Mittún, fyrisitingarleiðari
Tummas í Garði, varastjóra/yvirlækna

Ring á 30 45 00 ella send ein T-post á ls@ls.fo

Granskingar- og Menningarlonin




Auditorium tekur 26 fólk


Fundarhøli 1 hevur pláss fyri 14 fólkum


Fundarhøli 2 hevur pláss fyri 10-12 fólkum


Fundarhøli 3 er sum ein dagligstova


Fólkaheilsuráðið