Vegleiðing í sambandi við endurrindan av innanlanda flutnings- og ferðaútreiðslum til sjúklingar.
Sambært Kunngerð frá Føroya Landsstýri um flutnings og ferðaendurgjald og reglugerð sjúkrahússtjórans, hava viðgerðarstøðini innan heilsuverk fingið álagt at endurrinda flutnings- og ferðaútreiðslur í samband við viðgerð í Føroyum.
Mannagongd Viðgerðardeildirnar útflýggja flutningsseðilin fyrstu ferð sjúklingurin kemur á Landssjúkrahúsið. Deildin hevur ábyrgd av, at seðilin er rætt útfyltur. Tá sjúklingurin er til viðgerð, antin ambulant ella innlagdur, skal deildin vátta fyri viðgerðina, soleiðis at sjúklingurin kann fáa endurrindan fyri hesa viðgerð. Tá ein seðil er fullur, útvegar deildin sjúklinginum eyka seðil.
Sjúklingurin hevur sjálvur ábyrgd av, at seðilin er rætt útfyltur og at neyðugar kvittanir fyri flutning eru til skjals, umframt at viðgerðardeildin váttar seðilin.
Fyrisitingin hevur ábyrgdina av, at endurrinda tann partin av flutnings- og ferðakostnaðinum, ið fer uppum átta hundrað krónur í einum kalendaraári. Tað verður bert endurrindað fyri fylgjara, tá sjúklingurin er undir 18 ár.
Ferðing uttanlands Fyri vegleiðing um endurrindan av ferðaútreiðslum í sambandi við serviðgerð uttanlands sí evnið serviðgerð uttanlands her á heimasíðuni. |