Landssjúkrahúsið hevur nøkur hús og nakrar íbúðarblokkar við íbúðum og kømrum, ið starvsfólk sum arbeiða á Landssjúkrahúsinum kunnu leiga, um teimum vantar eitt stað at búgva. Húsini eru ymisk í stødd, ómøbleraði. Tey liggja spjødd ymsastaðni í Tórshavn. Húsini verða oftast leigað út til starvsfólk, ið vera sett í longri tíðarskeið. Íbúðirnar og kømrini eru á Eirargarði Á Eirargarði 8, B71- tað er tann ovasti íbúðarbygningurin, eru 11/2 kamars íbúðir. Har er stova, køkur, kamar, baðirúm og gongd. Á Eirargarði 6, B72 - tað er tann næstovasti íbúðarbygningurin, eru 1 kamars íbúðir. Har er stova, køkur og kamar í einum, baðirúm og gongd. Á Eirargarði 4, B74 - tað er næstniðasti íbúðarbygningurin eru kømur við atgongd til felagskøk og baðirúm. Yngri læknar: Til yngri læknar eru endaíbúðir í B71 2½ kamars íbúðir. Har er stova, køkur, 2 kømur, baðirúm og gongd og á Eirargarði 1 og 3, B73 - tað er bygningurin niðast á vinstru síðu, tá tú kemur niðan á Eirargarð. Íbúðirnar eru 5 kamars íbúðir. Har er stova, køkur, kømur, baðirúm og gongd. Eisini eru nøkur hús í Tórshavn, ið eru tøk til yngri læknar.
Allar íbúðirnar hava atgongd til felags vaskirúm í kjallaranum í bygningunum. Polettir (vaskimyntir) kunnu keypast í vekslaranum niðri í forhøllini á Landssjúkrahúsinum. Harafturat er viðførisrúm til íbúðirnar í kjallarahæddini í íbúðarbygninginum. Arbeitt verður í løtuni við at gera nýggjar reglur á økinum, og verða tær lagdar á heimasíðuna, so skjótt sum tær eru klárar. |