| Roykipolitikkur | | Ásannandi, at royking er heilsuskaðilig, skal roykipolitikkurin tryggja roykfrítt umhvørvi á øllum økjum á Landssjúkrahúsinum. Í § 3, stk 3, nr.1 í roykilógini t.e. L1 nr 61. frá 10. juni 2008 um tiltøk at minka um royking, er ásett at royking ikki er loyvd innandura á almennum arbeiðsplássum. Landssjúkrahúsið viðvirkar til, at bæði sjúklingar, avvarandi og starvsfólkið verða vard móti passivari royking. Depils- og deildarleiðslur hava høvuðsábyrgd av, at roykipolitikkurin verður fylgdur.
Endamál Endamálið er at hava fyriskipanir á Landssjúkrahúsinum, soleiðis at øll starvsfólk kunnu fremja sítt arbeiði í einum roykfríum umhvørvi.
Roykfrí øki Alt innandura øki á Landssjúkrahúsinum er roykfrítt øki. Hetta er eisini galdandi í trappuuppgongdum, í tænastubilum, í og uttanfyri inngongdum - serliga høvuðsinngongdum.
Undantøk Onki undantak eru innandura fyri starvsfólk.
Upplýsing, ráðgeving Landssjúkrahúsið vil ganga á odda við upplýsingum um vandan av royking, møguliga við luttøku av ráðgevarum uttanífrá, skrivligum tilfari, innanhýsis og /ella uttanhýsis skeið v.m. Harafturat er Landssjúkrahúsið positivt fyri at hjálpa til, tá starvsfólk sjálvboðin vilja leggja av at roykja.
Átala Átala verður givin, um roykipolitikkurin ikki verður fylgdur, og kann tað viðføra bót og/ella ávirkan á setanarviðurskiftini. Hesin politikkur er galdandi pr. 11.11.2011. | |