Vitjunartíð er millum kl. 15-16 og 19-20.

Finn deild

 

DAGSINS MATSKRÁ

Matarhøllin: Dampað flak við grønertum, hollandessós og epli. Breyðsuppa við rosinum.

Kafein í forhøllini: Dampað flak við grønertum, hollandessós og epli. Breyðsuppa við rosinum.


Klinisk Fysiologisk- og Nuklearmedisinsk deild

Deildin hoyrir undir medisinska depilin og heldur til á G-3 (3. hædd í nýbygninginum)

Virksemi:
Virksemið á deildini fevnir um bæði innlagdar og ambulantar sjúklingar og er:
- BMD skanning (Kalkskanning).
- Spirometri (Lungna-funktionskanning).
- Ambulantar viðtalur við Jón á Steig.
- Nuklearmedisinskar kanningar - Scintigrafiir:

  • Beinagrind scintigrafi.
  • Thyreoidea scintigrafi (Skjaldkertil).
  • Lungna scintigrafi.
  • Renografi (Nýrakanning).

Uppgávan hjá Lungamedisinska ambulatorium:
- Eftirlit við tuberklasjúklingum.
- Útskrivan av TB-váttan og TB vaksinatión.
- Ymsar aðrar vaksinatiónir, millum annað fyri "Gulan fepur".

Opið er:
Mánadag kl. 13:30 - 15:00
Fríggjadag kl. 10:30 - 12:00
Annars er deildin opin fyri øðrum virksemi allar yrkadagar.

Starvsfólk
Ábyrgdarhavandi lækni á deildini, er yvirlækni Jóni á Steig.
Á deildini starvast fast ein sjúkrarøktarafrøðingur og ein læknaskrivari.
Teir dagar, ið scintigrafiir verða gjørdar, er eisini ein bioanalytikari á deildini.

Svar og svartíð
Á innløgdum sjúklingum eru flestu úrslit tøk sama dag.
Á ambulantum sjúklingum, sendir fra egnum lækna, eru flestu úrslit tøk dagin eftir og verða send í brævi til læknan.

Spurningar
Kunnu sendast Rannsóknarstovuni.

Útskriva skjalið