Ferðaseðil Ferðaseðilin uttanlands og heimaftur fáa tygum ókeypis. Hjá børnum undir 18 ár fær annað foreldur somuleiðis ókeypis ferðaseðil. Uttanlandstænastan á Landssjúkrahúsinum syrgir fyri tíni sjúklingaferð. Fylgjara við til sjúkuviðgerð Sjúklingurin ferðast vanliga einsamallur til viðgerðarstaðið. Um yvirlækni metir, at støðan hjá sjúklinginum av heilsuávum viðførur, at hesin ikki kann ferðast einsamallur, verður heilsustarvsfólk send við sjúklinginum sum fylgjara til viðgerðarstaðið. Gera heilt serlig viðurskifti seg galdandi, kann ein persónur- vanliga avvarðandi- verða ávístur at fara við sjúklinginum sum fylgjara.
Sjálvboðin fylgjari Sjúklingar kunnu tó altíð taka fylgjara við, og sjálvi bera kostnaðin. Í slíkum føri ber til at bóka ferðaseðil saman við sjúklinginum hjá Uttanlandstænastuni á Landssjúkrahúsinum. Til ber hjá sjálvbodnum fylgjarar at bóka bústað á Hotel Tórshavn, við sjálvi at seta seg í samband við sjúklingahotellið á tlf: +45 77336464. Sí prísir fyri hoteluppihald á heimasíðuni hjá Hotel Tórshavn ella longri niðri á hesi síðu.
Les meira í faldaranum "Endurgjald fyri fylgjara" á høgra bredda.
Frá bústaði/Landssjúkrahúsinum til Vágar Landssjúkrahúsið endurrindar rutugjald frá busssteðgiplássi næst heimstaðnum til Vágar, um ikki verður farið í sjúkrabili.
Frá Kastrup Lufthavn til Ríkissjúkrahúsið Sjúklingahotellið Tórshavn skipar fyri avheintan í Kastrup. Um neyðugt er við koyring frá Kastrup beinleiðis til viðgerðarstað, skal hetta avtalast frammanundan við Uttanlandstænastuna.
Frá Kastrup ella Billund Lufthavn til onnur sjúkrahús í Danmark Uttanlandstænastan skipar fyri ferðaseðli við toki ella bussi víðari til viðgerðarstaðið. Sjúkrahúsini í Jyllandi og á Fyn hava øll sjúklingahotellir. Uttanlandstænastan bíleggur pláss til sjúklingin.
Sjúklingavegleiðing á Ríkissjúkrahúsinum Føroyskur sjúklingavegleiðari á Ríkissjúkrahúsinum er Elionora Olsen T-postur: elionora.olsen@rh.regionh.dk Tlf. +45 35 45 85 85 Fartlf. +45 51 20 13 99 Kontórið hjá føroyska sjúklingavegleiðaranum liggur í forhøllini, til vinstru frá høvuðsdyrnum. Les meira um sjúklingavegleiðing í faldaranum "Tilboð um ráð og vegleiðing av føroyskum sjúlingavegleiðarar" á høgra bredda og á heimasíðuni hjá Ríkissjúkrahúsinum
Sjúklingahotellið Tórshavn Sjúklingahotellið Tórshavn er bústaður ætlaður føroyskum sjúklingum sum fáa viðgerð í Keypmannahavn og nærhendis, og avvarðandi teirra. Starvsfólkini eru føroysk. Fyristøðukvinnan er Anna Maria Durhuus, sjúkrarøktarfrøðingur.
Kostnaður á sjúklingahotellinum Uppihald og kostur á sjúklingahotellinum er ókeypis fyri sjúklingin. Ávístir fylgjarar skulu gjalda kr. 150 kr. um dagin fyri innivist við kosti, tó ongantíð meira enn 1.500 kr um mánaðin.
Onnur avvarðandi, sum ikki eru ávístir fylgjarar, kunnu búgva á hotellinum, um pláss er, við at rinda sambært yvirlitinum. Kostnaðurin fyri uppihald fyri náttina er við kosti: - Avvarðandi rinda 600 kr. fyri náttina, kostur íroknaður. Tó í mesta lagi 6.000 kr. um mánaðin.
- Børn frá 0 til og við 11 ár - ókeypis.
- Børn frá 12 til og við 17 ár rinda 300 kr. fyri náttina, kostur íroknaður. Tó í mesta lagi 3.000 kr. um mánaðin.
- Gestir sum ikki hava tilknýti til sjúkling rinda 700 kr. fyri náttina við morgunmati.
Les meira í faldaranum "Leiðbeining til sjúklingar, ið fara uttanlands til kanningar og viðgerð" á høgra bredda.
Flutningur uttanlands Um tørvur er á flutningi millum Sjúklingahotellið Tórshavn og viðgerðarstaðið, skal avtalast við starvsfólkið á Sjúklingahotellinum um bílegging og endurgjald. Neyðugt er við kvittan. Hýruvognur, sum ikki er bílagdur eftir avtalu við starvsfólkini, verður ikki endurgoldin.
Búgva hjá familju ella øðrum Um tygum ynskja at búgva hjá familju ella øðrum, er eingin møguleiki at fáa endurgjald fyri hetta, heldur ikki fyri hýruvogn ímillum bústað og viðgerðarstaðið. Endurgjald verður heldur ikki latið fyri uppihald á "Patienthotellet" hjá Ríkissjúkrahúsinum.
Heimferð Um gjørligt verður heimferðadagur ásettur áðrenn fráferð úr Føroyum. Er ferðaseðilin opin, skal heimferð avtalast við Uttanlandstænastuna.
Frá Ríkissjúkrahúsinum til flogvøllin í Kastrup Sjúklingahotellið Tórshavn vegleiðir og skipar fyri flutningi frá sjúklingahotellinum til Kastrup. Um neyðugt er við flutningi frá viðgerðarstaði beinleiðis til Kastrup, skal hetta avtalast við Uttanlandstænastuna.
Frá Vágum til busstaðin Landssjúkrahúsið endurrindar ferðaseðil frá Vágunum til busssteðgipláss næst heimstaðnum.
Endurgjald Tá tú ert komin heimaftur, skal tú senda ferðaseðlar/kvittanir við flutningsseðlinum til Fíggjardeildina á Landssjúkrahúsinum. Bókhaldið sendir tær peningin ið lóg/kunngerð heimilar.
At hugsa um innan fráferð Áðrenn tygum fara til Danmarkar er gott at hugsa um: - sjúkraváttan til arbeiðsstað ella Almannastovuna - útreiðslur, ið skulu gjaldast hvønn mánað, t.d. olja, SEV, termin, o.l. - pass ella koyrikort (um tygum hava tørv fyri at fara í peningastovn) |