Deildin hoyrir undir medisinska depilin og heldur til á G-3 (3. hædd í nýbygninginum) Virksemi: Virksemið á deildini fevnir um bæði innlagdar og ambulantar sjúklingar og er: - BMD skanning (Kalkskanning). - Spirometri (Lungna-funktionskanning). - Ambulantar viðtalur við Jón á Steig. - Nuklearmedisinskar kanningar - Scintigrafiir: - Beinagrind scintigrafi.
- Thyreoidea scintigrafi (Skjaldkertil).
- Lungna scintigrafi.
- Renografi (Nýrakanning).
Uppgávan hjá Lungamedisinska ambulatorium: - Eftirlit við tuberklasjúklingum. - Útskrivan av TB-váttan og TB vaksinatión. - Ymsar aðrar vaksinatiónir, millum annað fyri "Gulan fepur".
Opið er: Mánadag kl. 13:30 - 15:00 Fríggjadag kl. 10:30 - 12:00 Annars er deildin opin fyri øðrum virksemi allar yrkadagar. Starvsfólk Ábyrgdarhavandi lækni á deildini, er yvirlækni Jóni á Steig. Á deildini starvast fast ein sjúkrarøktarafrøðingur og ein læknaskrivari. Teir dagar, ið scintigrafiir verða gjørdar, er eisini ein bioanalytikari á deildini. Svar og svartíð Á innløgdum sjúklingum eru flestu úrslit tøk sama dag. Á ambulantum sjúklingum, sendir fra egnum lækna, eru flestu úrslit tøk dagin eftir og verða send í brævi til læknan.
Spurningar Kunnu sendast Rannsóknarstovuni. |