Vitjunartíð er millum kl. 15-16 og 19-20.

Finn deild

 

DAGSINS MATSKRÁ

Ræstur fiskur, garnatálg og epli. Kremsuppa við rosinum.



Skurð Ambulatorii
Skurð Ambulatorii liggur á hædd 3 í B bygninginum.
Á skurð ambulatoriinum verða áðrenn- og eftirkanningar av sjúklingum gjørdir, sum ikki eru innlagdir.   

Á skurð ambulatorinum eru hesi ambulatorii:  
Ortopedisk ambulatorii  
Skaða ambulatorii  
Journal ambulatorii.  Allir sjúklingar sum skulu undir skurð, skulu hava ein journal.  
Parenkym ambulatorii  
Urologisk ambulatorii  
Bróst ambulatorii  
Gynekologisk ambulatorii   
 
Til skurð ambulatorii hoyrir dagskurður.
Dagskurð er deildin til sjúklingar sum skula undir smærri skurðviðgerðir. Hesir verða innlagdir um morgunin og útskrivaðir sama dag.
Deildin fyri dagskurð er opið gerandisdagar millum kl. 7.30 og 18.00.
Sjúklingar sum ikki eru klárir at fara heim innan kl 18.00 verða fluttir uppá skurðdeildirnar G4 ella A3 til teir eru førir fyri at fara heim. 
  
Opið:
Mánadag til fríggjadag frá kl. 08.00 - 16.00.  
Telefonnummar: 304500 Lok. 5400 
T-postur: skurdamb@ls.fo   

Leiðandi starvsfólk 
Tórhild Eysteinsdóttir Dalsgaard, deildarleiðari
Tlf. 304500 Lokal 5400