Vitjunartíð er millum kl. 15-16 og 19-20.

Finn deild

 

DAGSINS MATSKRÁ

Matarhøllin: Dampað flak við grønertum, hollandessós og epli. Breyðsuppa við rosinum.

Kafein í forhøllini: Dampað flak við grønertum, hollandessós og epli. Breyðsuppa við rosinum.


Innlegging


Praktisk viðurskifti í samband við innlegging
Tá tygum koma á sjúkrahúsið, kunna tygum annahvørt fara beinleiðis á deildina ella venda tygum til leiðbeiningina í forhøllini, ið altíð er til reiðar at vísa tygum vegin til røttu deildina.
Á deildini tekur ein sjúkrarøktarfrøðingur ímóti tygum og vísir tygum til rættis á stovuni. Síðani hevur sjúkrarøktarfrøðingurin eina innleggingarsamrøðu við tygum. Endamálið við samrøðuni er at kunna tygum nærri um, hvat skal henda, og tygum eru vælkomin at spyrja um øll ivamál. Allir innlagdir sjúklingar verða rutinukannaðir fyri fepur, puls og blóðtrýst. Minnist til at hava samleikaprógv og p-talið við, tá tygum møta til innlegging.

Klæði 
Alt til persónligt reinføri, inniskógvar og rakimaskinu skulu tygum sjálv/ur hava við. Vit mæla tygum harumframt til at hava løtt innandura klæðir við. Sjúkrahúsið letur undirklæði og skjúrtur.

Heilivágur
Taka tygum heilivág heima, verða tygum biðin um at taka hann við.

Peningur og virðislutir
Sjúkrahúsið kann ikki átaka sær ábyrgdina av peningi ella øðrum virðislutum og hevur ikki umstøður til at hava hesi í varveitslu vegna sjúklingarnar.

Fartelefon
Tað ber til at nýta fartelefon á flestu støðum á sjúkrahúsinum, men á ávísum deildum kunnu fartelefonir tó bert nýtast eftir avtalu við deildina.

Telefon
Telefonnummarið hjá Landssjúkrahúsinum er 304500. Vekslarin stillar um til øll lokalnummur. Korttelefon finst á summum deildum, men ikki øllum. Telefonkort kunnu keypast í sølubúðini. Uppringingar til tygara skulu helst ganga um korttelefonir ella fartelefon tygara.

Skelti eru sett upp ymsastaðni har tað ikki er loyvt at ringja.

Atgongd til internet
Innlagdir sjúklingar kunnu fáa internet atgongd við egnari farteldu. Kota fæst í Leiðbeiningini. Kotan gevur 14 daga atgongd. Avmarkingar kunnu verða á onkrum deildum.
Avvarandi og ambulantir sjúklingar kunnu nýta farteldu í forhøllini og kunnu fáa kotu frá Leiðbeiningini. Kotan gevur atgongd í 1 dag.
Royking
Tað er ikki loyvt at roykja inni á Landssjúkrahúsinum. Roykjast kann tó í ávísum rúmum á psykiatrisku deildunum, eftir serligari skipan og loyvi.

Ferðaútreiðslur
Endurgjald verður latið sjúklingum fyri ferðaútreiðslur millum heimið og Landssjúkrahúsið, ið eru størri enn 800 krónur í einum kalendaraárið. Eru samlaðu ferðaútreiðslurnar í árinum minni enn 800 krónur, hevur sjúkrahúsið ikki heimild til at endurrinda ferðaútreiðslurnar. Tá tygum koma á sjúkrahúsið fyrstu ferð, kunnu tygum biðja um at fáa ein sonevndan flutningsseðil útflýggjaðan. Havið hendan seðilin við, hvørja ferð tygum møta á Landssjúkrahúsinum, so starvsfólkið kann skráseta tygara ferðir á seðilinum. Flutningseðilin er galdandi fyri eitt kalendaraár og kann annaðhvørt latast inn á viðgerðardeildini ella sendast Fíggjardeildini á Landssjúkrahúsinum.

Kanningar og viðgerðir
Flestu kanningar og viðgerðir verða framdar fyrrapart, men sjúklingar verða bidnir um ikki at fara av deildini uttan at siga frá, tí onkur kanning ella viðgerð kann verða aðrar tíðir.

Samrøða við lækna
Tygum og avvarandi tygara kunna koma á tal við læknarnar eftir avtalu við læknaskrivara ella sjúkrarøktarfrøðing á deildini.  

Tagnarskylda
Øll starvsfólk á Landssjúkrahúsinum hava tagnarskyldu í málum, sum snúgva seg um sjúklingar. Tygum kunna tí trygt venda tygum til starvsfólkini, um tað er nakað, sum tygum vilja tosa um. Vegna tagnarskylduna ber ikki til hjá starvsfólkunum á Landssjúkrahúsinum at svara øllum spurningum frá teimum avvarandi.

Sjúklingarættindi
Rættindi tygara sum sjúklingur eru tryggjað av "lov om patienters retsstilling", sum er galdandi bæði í Føroyum og Danmark. Lógin ásetur millum annað, at heilsustarvsfólk ikki kunnu lata øðrum heilsustarvsfólkum upplýsingar um ein sjúkling uttan tilsøgn frá sjúklinginum sjálvum.

Vitjanartíð
Vitjanartíð er hvønn dag millum kl. 15.00 og 16.00 og millum kl. 19.00 og 20.00. Er tørvur á tí, ber til at vitja sjúklingar aðrar tíðir eftir avtalu við deildina. Á psykiatrisku deildunum er vitjunartíð eftir avtalu.

Máltíðir
Morgunmatur verður etin kl. 8.00, døgurði kl. 12.00 og nátturi kl. 17.30. Harafturat fæst kaffi og te seinnapartin og um kvøldið.

Sosialráðgevarar
Hava tygum spurningar um peningamál ella aðrar sosialar spurningar, ber til at tosa við sosialráðgevan á Landssjúkrahúsinum. Røktarfólkið á deildini kann avtala tíð við sosialráðgevan.

Sjúkrahúspresturin og gudstænasta
Sjúkrahúspresturin er at hitta á tlf 210773. Gudstænasta er á sjúkrahúsinum hvørja viku. Nærri fæst at vita um gudstænastuna á deildini.

Blómur
Tað er loyvt at hava avskornar blómur á sjúkrahúsinum, tó ikki á intensivu deild og barnsburðardeildini. Plantur í mold eru ikki loyvdar á deildunum, orsakað av smittuvanda.

Hárviðgerð
Eftir avtalu fæst hárviðgerð á deildini fyri vanligan prís.

Postur
Postur kemur á deildina hvønn fyrrapart gerandisdagar. Tætt við høvuðsinngongdina á sjúkrahúsinum er ein postkassi, sum verður tømdur hvørt gerandiskvøld kl. 19.30.

Dagbløð
Sjúkrahúsið heldur føroysk bløð, og hvør deild fær nøkur eintøk.

Kafein
Kafein selur allar vanligar kioskvørur umframt smábarnaklæðir, toilettvørur, kaffi, te og morgunbreyð. Sølubúðin heldur til í forhøllini í G bygninginum og er opin:
Gerandisdagar kl. 8.00-20.00
Leygar- og sunnudag kl. 14.30-20.00

Útvarp og sjónvarp
Ymiskt er, um seingjarstovurnar hava útvarp og sjónvarp. Á teimum seingjarstovum, har einki útvarp ella sjónvarp er, eru hesi at finna í uppihaldsstovuni. Eisini eru ymisk spøl á deildunum.

Undirvísingarsjúkrahús
Landssjúkrahúsið er eitt sonevnt undirvísingarsjúkrahús innan fleiri fakøkir. Hetta inniber, at av og á kunnu aðrir persónar undir útbúgving til t.d. lækna, sjúkrarøktarfrøðing, ljósmóðir vm., verða til staðar til viðtalur, viðgerðir vm. sum liður í teirra útbúgving. Um tygum ikki ynskja hettar eru tygum vælkomin at gera vart við tað!

Útskriving og eftirviðgerð
Eftir útskrivingina fær lækni tygara (bæði kommunulækni og annar innleggjandi lækni) útskrivingarbræv í THS-skipanini við frágreiðing um sjúku og viðgerð tygara, treytað av tygara tilsøgn (sí brot um sjúklingarættindi).
Um mett verður, at tygum hava tørv á eftirviðgerð, verða tygum kunnaður um hetta innan útskriving. Um tygum hava tørv á heimarøkt eftir útskriving, fær heimarøktin boð um hetta, treytað av tygara tilsøgn. 

Útskriva skjalið