Vitjunartíð er millum kl. 15-16 og 19-20.

Finn deild

 

DAGSINS MATSKRÁ

Matarhøllin: Grýturættur við paprika , rísi og eplum. Eplakaka við róma.

Kafein í forhøllini: Grýturættur við paprika , rísi og eplum. Eplakaka við róma.


Medisinsk seingjardeild, B7

Endamálið við deildini B7 er at kanna, viðgera og røkta sjúklingar við apoplexi.
Sjúklingurin og avvarðandi eru miðdepilin í arbeiðinum á deildini og vit veita frálæru, stuðul og umsorgan bæði til sjúklingin og til tey avvarðandi.
Doyggjandi sjúklingar royna vit at tryggja umstøður til ein virðiligan deyða, eins og avvarðandi fáa umsorgan og stuðul í mun til tørv teirra.

B7 hevur 10 seingjapláss, 2 akut og 8 rehabiliteringspláss 

Upplatingartíðir
Opið er alt samdøgrið.

Telefontíðir
Kl. 08.00 - 09.00 og eftir kl. 14.00.

Telefonnummur til deildina
304500, lokal 6007/6037
Sjúklingatelefon: 320759 til uppigangandi sjúklingar
Sjúklingatelefon: 316847 til seingjarliggjandi sjúklingar

Leiðsla
Bjarni á Steig, yvirlækni
Jóna Sigmundardóttir, deildarleiðari
Húngunn Højgaard, varaleiðari

Starvsfólk
Á B7 starvast læknar, læknaskrivarar, sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, sjúkrahjálparar og reingerðingsfólk.

Vitjanartíðir
Vitjanartíð er kl. 15.00 - 16.00 og kl. 19.00 - 20.00
Undantøk kunnu gerast í ávísum førum

Útskriva skjalið