Hvussu ofta tekur Landssjúkrahúsið praktikantar? Fysioterapideildin á Landssjúkrahúsinum er ad hoc praktikkstað hjá skúlunum í Esbjerg og Næstved.
Nær byrjar praktikkin? Lesandi koma í februar ella í september.
Hvussu leingir varðir hon? Praktikktíðin er 9 vikur. Onnur tíðarskeið til styttri praktikk verða avtalaði so hvørt. Hvussu nógv lesandi eru hvørja ferð? Vanliga er ein lesandi, men í onkrum føri tvey.
Yvirskipaði krøv Við støði í ítøkiligum fysioterapeutiskt týðandi spurningum, verður ástøði frá útbúgving brúkt sum grundarlag at velja kanningar- og arbeiðsslag, sum tann lesandi ger antin einsamallur ella saman við øðrum fakfólkum. Tann lesandi skal í klinisku tilgongdini royna autentiskar fysioterapeutiskar støður og sjúklingagongdir, saman við fysioterapeutum og øðrum starvsbólkum. Samband: Anna Maria Joensen, kliniskur vegleiðari, T-postur: lsannje@ls.fo ella Karin Djurhuus, leiðandi fysioterapeutur, T-postur: lskardj@ls.fo |