Hvussu ofta tekur Landssjúkrahúsið ímótið sjúkrarøktarfrøðilesandi í starvsvenjing og hvussu leingi: Lesandi í grundleggjandi sjúkrarøkt 4 vikur í mai og 8 vikur í sept./okt. Leiðslustarvsvenjing er frá febr. og 14 vikur framm Í mai og juni eru styttri varandi starvsvenjingar á ymisku smærri deildunum og ambulatoriunum
Hvussu nógv lesandi eru hvørja ferð?: Tað er ymiskt frá deild til deild, men millum 2 og 5
Lønarviðurskiftið: Sum lesandi fær ein ikki løn í praktiktíðini Yvirskipað krøv: Tað eru mál fyri hvørja eind, ið tann lesandi skal náa, og verður hetta gjørt í samstarvi millum deild og skúla. Samband Á flestu deildunum eru tað varaleiðararnir, ið taka sær av teimum lesandi. |