Ný- og umbygging á Landssjúkrahúsinum -skipan av arbeiðinum við H-bygninginum og øðrum verkætlanum og samstarvið við Landsverk. Landsverk ráðgevur Landssjúkrahúsinum (LS) og Heilsumálaráðnum í sambandi við ný- og umbyggingar av landsins ognum, umframt í sambandi við viðlíkahald. Formliga virkar Landsverk sum byggiharri fyri verkætlanunum og hevur Landsverk eisini ræðisrættin yvir íløgujáttanini. Alt virksemi verður gjørt í samstarvi við Bygginevndina á LS. Í sambandi við størri umbyggingar og nýbyggingar eru stigini sum Landsverk ráðgevur um vanliga: Innleiðandi ráðgeving Ráðgeving viðv. Byggiskrá Skitsuprojekt Forprojekt Høvuðsprojekt (detailprojekt) Eftirlit við byggiarbeiðinum Bjóðar arbeiðini út, og ger sáttmálar við ráðgevarar og byggifeløg vm. Fíggjarstýring Alt verður gjørt í tættari samskipan og samstarvi við Bygginevnd á LS og servitan á LS innan ymisku viðkomandi økini. Sí annars her. Tíðarætlan fyri H-bygningsverkætlanartilgongdina Tíðarætlanin: Byggiskrá sept. 2012 Skipanaruppskot apríl 2013 Útbjóðan av projektering mai 2013 Forprojekt 2013 Høvuðsprojekt 2014 Planering 2013 Byggja 2015 Liðugt 23. feb. 2018 Slóð til verklagslógina: Lógaruppskotið Samtykta lógin við broytingum Fíggjarkarmar Tíðarskeiðið 2009-2018: 421,8 mio.kr, umframt útgerð, innbúgv og prísvøkstur. Bygginevndin á Landssjúkrahúsinum Sigurð Ó. Vang, stjóri, SHS Naina Túgvustein, varastjóri, SHS Tummas í Garði, varastjóri/yvirlækni, SHS Jóan Símun Saltá, TÆN Tórmóður Stórá, leiðandi yvirlækni, PSYK Terji Petersen, deildarstjóri, HMR Landsverk er fast umboðað við: Jan á Argjaboða, verkætlanarleiðari Mikael Viderø, deildarstjóri Nevndin hevur vanliga fund 2 ferðir um mánaðin. Fylgjandi arbeiðsbólkar hava arbeitt við at greina ymisk viðurskifti í sambandi við byggiskrá: 1. Seingjadeildir-bólkurin, ið eisini fevnir um burðardeild: 2. Psykiatri-bólkur 3. Tøkni-bólkur 4. Logistikk-bólkur 5. FAME-bólkur (Felags akutt móttøkueind) 6. Vistaveitingar-bólkur 7. Rehabiliterings-bólkur |