Diabetesambulatorii er á G3, 3.hædd í nýggja bygninginum á Landssjúkrahúsinum. Endamálið við Diabetesambulatoriinum er at geva insulinkrevjandi diabetikarum í Føroyum undirvísing, fyribyrgjandi kanningar og viðgerð, so seinávirkanin av sjúkuni verður so lítil sum gjørligt. Diabetikarar við ikki-insulinkrevjandi diabetes, ið hava serligar trupulleikar, koma eisini á Diabetesambulatoriið. Diabetesambulatoriið er opið hvønn dag. Um talan er um avboð ella at broyta eina tíð, so ring 304500 lokal 6200, sum er móttøkan á G3. Okkara teldupostadressa er diabetes.amb@ls.fo Bíðitíðin at koma til læknaviðtalu er tíverri long, umleið 8 mánaðir, um tað er fyrstu ferð, tygum skulu vitja í Diabetesambulatoriið.
Starvsfólk á Diabetesambulatoriinum Lækni: Jens Andreassen Barnalækni: Elmar Ósá Læknaskrivari: Edith Frederikssen, tlf. 6282, telefontíð mánadag til fríggjadag kl. 10-12.30. Sjúkrarøktarfrøðingar: Beinta Joensen tlf. 6225, telefontíð mánadag til fríggjadag kl. 13-14. Kliniskir dietistar: Mariann Patursson, tlf. 6205. |