Vitjunartíð er millum kl. 15-16 og 19-20.

Finn deild

 

DAGSINS MATSKRÁ

Matarhøllin: Eftirgjørd hara, rómaepli, reyðrót og villsós. Rabarbusuppa við súrróma.

Kafein í forhøllini: Eftirgjørd hara, rómaepli, reyðrót og villsós. Rabarbusuppa við súrróma.



HR- og menningadeildin
HR- og menningardeildin hevur HR-, samskiftis- og menningaruppgávur um hendi, og virkar primert sum stuðulsfunktión fyri stjórn og leiðarar á Landssjúkrahúsinum. Deildin er partur av fyrisitingini, og heldur til í Fyrisitingarbygninginum á Eirargarði. 

Málið er, at tænasturnar skapa dygd og kennast stuðlandi bæði hjá leiðarum og starvsfólki.

Deildin veitir tænastur innan fylgjandi øki:

Til depilsleiðarar
-          Sparring um leiðslu og starvsfólkaviðurskifti
-          Hjálp til handfaring av truplum starvsfólkamálum
-          Samskipan til innanhýsis undirvísing (360, THS, vaktplan, Sharepoint, PLI vm.)
-          Innleiðsla til leiðarar
-          Samskipan av útbúgving hjá Yngri læknum
-          Ráðgeving viðv. samstarvsnevndum
-          Ráðgeving viðvíkjandi DDKM
-          Ráðgeving um menningarætlan fyri depilin
-          Gerð av gameplan
-          Lýsa arbeiðsgongdir/sjúklingagongdir í Visio  

Til deildarleiðarar
-          Sparring um leiðslu og starvsfólkaviðurskifti
-          Hjálp til handfaring av truplum starvsfólkamálum
-          Samskipan til innanhýsis undirvísing (360, THS, vaktplan, Sharepoint, PLI vm.)
-          Hjálp til setan av starvsfólki 
-          Hjálp til formulering av kunning
-          Hjálp til grafiska uppseting og framleiðslu av faldarum, logbókum,
           prógvum v.m. 
-          Stuðul til tiltøk á deildar/starvsfólkafundum
-          Ráðgeving um menningarætlan fyri deildir.
-          Gerð av gameplan
-          Lýsa arbeiðsgongdir/sjúklingagongdir í Visio

Til lækna-/leiðslu- og stjórnarskrivarar
-
          Samskiftisskeið (2013)
 
Til starvsfólk
-          Innleiðslu til nýggj starvsfólk
-          Faklig skeið av ymsum slag
-          Fakligar fyrilestrar
-          Samskipan/undirvísing innan KT-arbeiðsamboð 

Deildin røkir eisini hesar uppgávur:
-          Ráðgeving um virksemið hjá samstarvsnevndum 
-
Skrivarafunktión í fylgjandi nevndum: Samstarvsnevnd, Trygdarnevnd, Hygieinunevnd, Útbúgvingarnevnd, Granskingarnevnd, Sjúkrarøktarfakligt torg,


Starvsfólk
Annika W. Joensen, Deildarleiðari, lok. nr. 1007, fartlf. 234558.
Cand. Negot. og Master innan organisatiónspsykologi.
Ábyrgd fyri játtan, starvsfólkaviðurskiftum og planlegging av virksemi og gerð av ársætlanum.
Limur í leiðslubólkinum og luttakari á depilsleiðslufundum, á einstøkum samstarvsnevndarfundum.
Ráðgevandi funktión í mun til stjórn, deplar og deildir. 

Hjørdis Zachariassen, Dygdarmennari, Lok. nr. 1006, fartlf. 234586
Produktiónsverkfrøðingur, HD í logistik
Øki: Projektleiðsla, planlegging og íverksetan av nýggjum skipanum og mannagongdum, spurnakanningar v.m.

Óli Arge,  Leiðsluskrivari og ráðgevi, lok. nr. 1020
Bankalærdur
Øki: Ráðgeving innan starvsfólkaviðurskifti, sáttmálar og samstarvsnevndir

Helena Skaalum Mikkelsen , Stjórnarskrivari og samskipari, lok. nr. 1011, fartlf. 234593
Korrespondent í enskum 
Øki: samskipan og útbúgving av yngri læknum 

Katrin Joensen , HR- og Samskiftisráðgevi, lok. nr. 1005 (í barsils farloyvi)
Cand. Mag. í CCG, - kultur, kommunikatión og globalisering.
Øki: samskifti, kunning, grafisk uppsetan av faldarum v.m., ráðgeving innan starvsfólkaviðurskifti/løgfrøði

Anna Maria Ellingsgaard , HR- og samskiftisráðgevi (avloysari fyri Katrin)
Bachelor i virksomhedsstudier og psykologi. Cand. Soc. í HR. 
Øki: Gerð av frágreiðingum og kanningum, samskipan av tiltøkum, samskifti og kunning.