Vitjunartíð er millum kl. 15-16 og 19-20.

Finn deild

 

DAGSINS MATSKRÁ

Ræstur fiskur, garnatálg og epli. Kremsuppa við rosinum.



Fólkaskúlanæmingar í starvsvenjing

Landssjúkrahúsið er nógv umbiðið í samband við at 9.- og 10. floks næmingar úr fólkaskúlunum skulu í starvsvenjing.
Vit kunnu taka 2 næmingar hvørja ferð og eru teir hjá okkum í tvær vikur.
Starvsvenjingin er skipað soleiðis, at næmingarnir koma runt á teimum ymisku deildunum á sjúkrahúsinum. Ein vælskipað ætlan er fyri allar dagarnir og eru ábyrgdarfólk á hvørjari deild, sum taka sær av næmingunum, tá teir eru her.
Fyrsta dagin, har møtt verður í forhøllini kl. 9.00, verður tikið væl ímóti teimum og næmingurin fær útflýggjað eitt yvirlit, sum vísir, hvar hann skal starvast, og eitt kort, sum gevur atgongd til frían kost á middegi.
Tað verður eisini greitt frá, hvat vit forvanta av næminginum, at hann møtir upp til tíðina og er væl upplagdur hvønn morgun. Eisini verður tosað um mannagongdir, so sum tagnarðarskyldu v.m., og um møguligar útbúgvingar innan heilsuverkið.
Síðsta dagin verður eftirmett og stuttligt er at hoyra, frá teimum flestu, hvussu lærurík starvstíðin hevur verið.
Um tú ynskir at koma í starvsvenjing á Landssjúkrahúsinum, er tú vælkomin at seta teg í samband við Hjørdis í Liða, hjordis@ls.fo ella ringja 304500, lokal 1092.