Vitjunartíð er millum kl. 15-16 og 19-20.

Finn deild

 

DAGSINS MATSKRÁ

2. hvítusunnudagur Kókað ræst kjøt, kókaðar rótfruktir og epli Røst súpan Lagkaka



Starvsfólkapolitikkur
Starvsfólkapolitikkurin hjá Landssjúkrahúsinum byggir á almenna starvsfólkapolitikkin frá Løgmansskrivstovuni. Hann fylgir andanum í hesum politikki, men er samstundis lagaður til viðurskiftini á Landssjúkrahúsinum. Víðari setir hann út í kortið leiðreglur fyri, hvussu farast skal fram í starvsfólkapolitiskum viðurskiftum á Landssjúkrahúsinum.

Starvsfólkaviðurskifti, sum eru ásett í lóg, sáttmála og reglugerð, eru ikki endurgivin í starvsfólkapolitikkinum, og ansast má tí eftir, at slíkar ásetingar eisini verða fylgdar, tá talan er um at fremja starvsfólkapolitikkin í verki.
Dagliga ábyrgdin av starvsfólkunum og soleiðis eisini ábyrgdin fyri einum virknum starvsfólkapolitikki liggur hjá tí einstaka leiðaranum. Hava tit spurningar at greiða, so eru tit vælkomin at seta tykkumi samband við HR- og menningardeildin,  sum veitir ráðgeving millum annað innan starvsfólkaøkið

Sí polikkir í PLI skjalaskipanini við at trýsta á leinkjurnar her: