Útbúgvingin sum føðsluatstøðingur er ein yrkisútbúgving, har lærutíðin er 3 ár.
Skúlagongdin í lærutíðini er 20 grundvikur og 3 x 10 vikur á tekniskum skúla í Danmark. Klinisk frálæra Sum føðsluatstøðingur gert tú góðan og sunnan mat, og eisini mat til tey, sum hava serligan tørv. Í lærutíðini á Køkinum á Landssjúkrahúsinum verður tú upplærd/ur í teimum arbeiðsfunktiónunum, sum hoyra til útbúgvingina. Tú lærir um rávøru og at evna matin og at borðreiða matin, so hann sær leskiligur út. Reinføri Ein týdningarmikil partur av arbeiðinum er, at gera reint aftur eftir at hava gjørt matin. Sum føðsluatstøðari lærir tú eisini um innkeyp og um búskap.
Arbeiðsøki og umhvørvi Sum føðsluatstøðingur er títt arbeiðsøki køkurin á Landssjúkrahúsinum. Haðani verður allur matur til stovnin tilevnaður. Høvuðsuppgáva okkara er at veita heilsugóðan mat til sjúklingar. Vit gera somuleiðis mat til starvsfólk sum fæst til keyps í kafeteria á Eirargarði í døgurðatímanum. Vit veita eisini heitan mat, salatborð og skundverður til kafeina í forhøllini, umframt ymiskt leskiligt til innanhýsis móttøkur og fundarvirksemi.
Kunning um um Køkin fæst við at klikka á leinkjuna Køkurin.
Les meira um útbúgvingina Tú kanst lesa meira um útbúgvingina á føðsluatstøðingur, Yrkisdepilin og uddannelsesguiden. Løn Sí lønarsáttmála her Samband Gudna á Rógvi Joensen, leiðandi økonoma Tel. 304500 lokal 1260 T-postur: lsgudro@ls.fo |